info
Ongi úrslit

Farið verður undir berarakanningar í 2027

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027 verða 1,45 mió. kr. raðfestar til berarakanningar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Frammanundan eru 600.000 kr. settar av til skipanina. Við játtanini verður Sjúkrahúsverkið ført fyri at bjóða fólki berarakanningar frá 2027.

Eirikur Lindenskov
4. oktober 2026 kl. 17:29

– Berarakanningar geva fólki vitan, sum kann hava stóran týdning, tá tey taka avgerðir um at stovna familju. Við at raðfesta hetta tilboðið kunnu vit styrkja arbeiðið við at fyribyrgja deyðiligum ílegusjúkum í Føroyum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum.

Berarakanningarnar byggja á tilmælið um kanning av ílegusjúkum í Føroyum. Har verður mælt til eitt tilboð til fólk millum 18 og 45 ár, sum ætla at gerast foreldur. Makar hjá staðfestum berarum kunnu eisini fáa tilboðið, uttan mun til aldur. 

Í heyst er ætlanin at leggja uppskot til løgtingslóg fyri Løgtingið, sum skal tryggja fólki millum 18 og 45 ár og makum hjá staðfestum berarum lógartryggjaðan rætt til berarakanning í Sjúkrahúsverkinum. Endamálið er at styrkja vitanargrundarlagið hjá einstaklingum og pørum, tá tey taka støðu til møguligan barnsburð. 

Kanningin fevnir um seks deyðiligar ílegusjúkur, sum ikki kunnu viðgerast, og sum eru vanligari í Føroyum enn í nógvum øðrum londum. Berarar eru ikki sjálvir sjúkir. Um bæði foreldur bera somu ílegubroyting, kunnu tey tó fáa eitt barn við sjúkuni. 

Tey, sum taka av tilboðnum um at lata seg kanna, fáa kunning og vegleiðing um tilboðið. 

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

22 tímar síðan

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Myndir: H71 vann móti Neistanum 34 - 32 (16-17)

14 minuttir síðan
Tíðindi

Góður dagstovnur hevur lagt 15 ár aftur um seg

1 tími síðan
Tíðindi

Pápi og sonur skotnir til deyðis í Noregi

1 tími síðan
Fótbóltur

Sara Benjaminsen skoraði tvey mál og var dagsins leikari

1 tími síðan
Tíðindi

Frá um til hvussu

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: Rebekka Justinussen hevur skotið omanfyri 2.000 mál í bestu deildini

1 tími síðan
Tíðindi

Mentanin sleppur undan teimum størstu sparingunum

2 tímar síðan
Tíðindi

Óheppið signal at Fólka­flokk­urin bakkar út

3 tímar síðan
Tíðindi

NÚSTALGIA: Ein teaturkonsert eftir RIVA og AGGRASOPPAR

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Kasakstan fyri Moldova í okkara bólki

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Grønland ikki flutt seg á fullveldisleið við nýggju Trygdar- og verjuavtaluni

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Tilfeingisrenta kann ikki roknast í einum tómrúmi

4 tímar síðan