info
Ongi úrslit

Burn: H71, VÍF og Team Klaksvík vunnu

Tríggir dystir eru leiktir í Burn Mansdeildini

Heri Á. Simonsen
4. oktober 2026 kl. 18:10

Verandi greipuvinnarar, H71 vunnu í dag fimta sigurin á rað.

Á útivølli í høllini á Hálsi Norður vann H71 34-32 á Neistanum. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 17-16.

Tómas de San Roque Singes og Kristian Jensen vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá Neistanum.

Boas Ellefsen á Skipagøtu var við 14 málum aftur stórskjútti hjá H71 í dag.

Í høllini á Skála tryggjaði Team Klaksvík sær fyrsta sigurin og fyrstu stigini við 26-23 sigri á StÍF. Í fyrra hálvleiki lá sera væl fyri hjá klaksvíkingum, ið vóru á odda 16-9 í steðginum.

Pætur Ó. Barclay og Pætur Johansen vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá StÍF. Páll Müller var við 10 málum toppskjútti hjá Team Klaksvík. Løgmaður, Beinir Johannesen skoraði tvey mál fyri Team Klaksvík. Tað er neyvan sæð fyrr, at ein virkandi løgmaður skorar mál í bestu deildini.

Í høllini í Vestmanna vann VÍF stórsigur 41-29 á EB. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 22-17.

Djóni Bárðarson Nielsen, Hallur Arason og Filip Jojic vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá VÍF. Silas Larsen var við 11 málum toppskjútti hjá EB.

H71 er fremst við 10 stigum fyri fimm dystir. VÍF hevur átta stig og Neistin hevur seks stig. Kyndil, KÍF og EB hava fýra stig hvør. Team Klaksvík hevur tvey stig, meðan StÍF hevur enn fyrsta stigið til góðar.

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum í Burn Mansdeildini:

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

23 tímar síðan

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Smyril framskundar og avlýsir

27 minuttir síðan
Tíðindi

Farið verður undir berarakanningar í 2027

53 minuttir síðan
Hondbóltur

Myndir: H71 vann móti Neistanum 34 - 32 (16-17)

53 minuttir síðan
Tíðindi

Góður dagstovnur hevur lagt 15 ár aftur um seg

1 tími síðan
Tíðindi

Pápi og sonur skotnir til deyðis í Noregi

1 tími síðan
Fótbóltur

Sara Benjaminsen skoraði tvey mál og var dagsins leikari

2 tímar síðan
Tíðindi

Frá um til hvussu

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Rebekka Justinussen hevur skotið omanfyri 2.000 mál í bestu deildini

2 tímar síðan
Tíðindi

Mentanin sleppur undan teimum størstu sparingunum

2 tímar síðan
Tíðindi

Óheppið signal at Fólka­flokk­urin bakkar út

3 tímar síðan
Tíðindi

NÚSTALGIA: Ein teaturkonsert eftir RIVA og AGGRASOPPAR

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Kasakstan fyri Moldova í okkara bólki

4 tímar síðan