Ein pápi í 70’unum og sonur hansara í 40’unum hava latið lív eftir ein skottilburð í Halden í landsynningspartinum av Noregi í dag. Ein triði maður í 40’unum er álvarsliga særdur.
Teir tríggir vóru partur av einum veiðiliði, upplýsir norska løgreglan í morgun.
Wilhelm Bjølseth, átaksleiðari hjá løgregluni, sigur við fjølmiðlarnar, at vitni á staðnum hildu tí illgrunasama manninum aftur og lótu løgregluni hann, tá hon kom á staðið.
– Maðurin er síðst í 20’unum. Hann er skuldsettur fyri dráp, sigur Vibeke Schøyen, løgreglustjóri.
Løgreglan ætlar at avhoyra hann í dag.
Enn er ógreitt, hvat motivið var. Sambært løgregluni var maðurin ikki partur av veiðiliðnum, og løgreglan heldur, at bert ein gerningsmaður var. Einki er upplýst um sambandið millum hann og teir raktu menninar.
Fleiri vitni vóru til tilburðin.
– Eftir tí, eg veit, er alt hent uttandura, sigur Wilhelm Bjølseth.
Skottilburðurin var umleið klokkan 07.30 norska tíð, og løgreglan kunnaði um hann klokkan 07.59.
Halden liggur umleið 100 kilometrar í landsynning úr Oslo. Álvarsliga særdi maðurin er flogin á Ullevål-sjúkrahúsið í Oslo.
Upplýsingar um flogferðslu vísa, at tvær løgreglutyrlur, ein sjúkraflutningstyrla og ein bjargingartyrla hava verið á flogi.
Kommunan hevur sett ein kreppubólk.
Norski løgmálaráðharrin, Astri Aas-Hansen, vísir samkenslu við bæði avvarðandi og offrum.
– Nú er týdningarmikið at lata løgregluna gera sítt arbeiði og tryggja, at væl verður tikið hond um tey avvarðandi, sigur hon í eini fráboðan til norsku tíðindastovuna NTB.
/Ritzau/NTB