info
Ongi úrslit

European Cup: Góður endaspurtur tryggjaði H71 sigurin

H71 var aftanfyri við seks málum móti HB Dudelange í steðginum

Savnsmynd
Heri Á. Simonsen
2. oktober 2026 kl. 20:45

Kvinnurnar hjá H71 syrgdu fyri, at talan bleiv um eitt perfekt føroyskt kvøld í European Cup.

Fyrr í kvøld vunnu neistakvinnur í Kosovo 28-23 (14-11) á KHF Samdrexha. Nú hava hoyvíkskvinnur eisini syrgt fyri sigri í fyrra European Cup dystinum.

Í Hoyvíkshøllini vann H71 í einum málríkum dysti 41-38 á HB Dudelange úr Luksemborg. Í steðginum var luksemborgska liðið á odda 21-15, og ikki fyrrenn 49 minuttir vóru leiktir legði H71 seg á odda 33-32. Seinastu løtuna megnaði H71 at økja munin við tveimum málum.

Sostatt vann H71 seinna hálvleik 26-17.

Maria H. Weyhe (myndin) var stórskjútti við 13 málum. Yngra systurin Anna-Elisabeth skoraði níggju mál.

Seinni dysturin verður leiktur í Hoyvíkshøllini í annaðkvøld klokkan 19. Við tvímálstapi ella betri enn tað vinnur H71 seg víðari í kappingini.

H71: Maria H. Weyhe 13/17, Anna-Elisabeth H. Weyhe 9/14, Guðrið B. á Borg 7/8, Karina D. Heinesen 4/7, Lukka Arge 4/8, Tanja A. Andresen 2/3, Rakul Christiansen 2/4.

Málverjar: Anita Dahl 8/29, Alda av Skarði 3/20.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

Í gjár kl. 23:37

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

12 tímar síðan

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vesuvius og Napoli sædd úr rúmdini

11 minuttir síðan
Ítróttur

U20 kvinnurnar í San Marino til EM undankapping

29 minuttir síðan
Tíðindi

10 føroysk mál í heimasigri hjá Vali

38 minuttir síðan
Hondbóltur

Karlskrona knógvaði fyrsta sigurin hetta kappingarárið

2 tímar síðan
Hondbóltur

Maria syrgdi fyri 11 málstigum í útisigri hjá Keypmannhavn

2 tímar síðan
Tíðindi

Eyðun hevur skift seks spælarar

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Ró gekk undan í sigri hjá Neistanum í Kosovo

3 tímar síðan
Tíðindi

ES ávarar USA móti at steðga diesel­út­flutn­ing­i­num

3 tímar síðan
Tíðindi

Landið vil spara sjey milli­ón­ir – komm­unur­ missa inntøkur

5 tímar síðan
Tíðindi

Í Vágsbotni við grøði av Sandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Páll Guð­laugs­son: Før­oyski tjóð­sang­ur­in rør­ir tað innasta í mær

6 tímar síðan
Tíðindi

Smáligt hjá partrolarum og djúpvatnstrolarum

6 tímar síðan