Tað krevur bæði dirvi og neyvt samstarv, tá fólk klíva upp á herðarnar hvør á øðrum og byggja høg torn úr menniskjum.
Sunnudagin vóru lið úr Katalonia savnað í Tarraco Arena í spanska býnum Tarragona til ta 30. Castells-kappingina.
Á myndunum síggjast luttakarar standa tætt saman við grundina, meðan aðrir klíva upp og byggja tornið hædd fyri hædd. Liðini eru í ymiskum litum, og úr erva líkist kappingarøkið einum stórum litføgrum mynstri.
Tornini verða nevnd »castells«, og siðvenjan er ein týðandi partur av katalonskari mentan. Børn manna tær ovastu hæddirnar, meðan vaksin mynda grundina og bera tyngdina.
Tað snýr seg bæði um at byggja tornini og at koma niður aftur. Myndarøðin vísir eisini, at ikki allar royndir eydnast: Á einari mynd rapar tornið hjá liðnum Colla Vella dels Xiquets de Valls.
Aðrar myndir vísa fagnaðin hjá luttakarunum eftir eina væl eydnaða roynd.
Castells-kappingin í Tarragona verður hildin annaðhvørt ár. Siðvenjan at byggja menniskjatørn kom í 2010 á UNESCO-listan yvir óítøkiligan mentanararv.
Sí myndarøðina niðanfyri.
Myndir: Albert Gea/Reuters og Josep Lago/AFP/Ritzau Scanpix