info
Ongi úrslit
© Attila Kisbenedek/Ritzau Scanpix
Ísraelskir áskoðarar undir fyrra dystinum móti Írlandi, sum varð spældur á einum nærum tómum leikvølli í Ungarn. Savnsmynd.

Ísrael fer at spæla við svørt­um syrgi­bond­um móti Írlandi

Ísraelsku spælararnir vilja minnast ofrini fyri álopið hjá Hamas 7. oktober 2023. Tá liðini møttust fyri einari viku síðani, bóru írsku spælararnir svørt syrgibond í mótmæli móti krígnum í Gaza

Eirikur Lindenskov
4. oktober 2026 kl. 18:27

Ísraelska fótbóltslandsliðið fer at bera svørt syrgibond í Nations League-dystinum móti Írlandi í kvøld.

Tað upplýsir ísraelska fótbóltssambandið sambært tíðindastovuni AFP.

Syrgibondini skulu minnast ofrini fyri álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023. Sambært ísraelska fótbóltssambandinum hevur evropeiska fótbóltssambandið, UEFA, góðkent umbønina.

Írland og Ísrael møttust eisini fyri einari viku síðani í fyrsta dystinum í bólkaspælinum. Tá bóru írsku spælararnir svørt armbond í mótmæli móti krígnum í Gazageiranum.

Dysturin varð spældur í Ungarn. Undir ísraelska tjóðsanginum boygdu írsku spælararnir høvdið, og liðskipararnir tóku ikki lógvatak undan dystinum.

Returdysturin verður spældur í serbiska býnum Backa Topola. Írska fótbóltssambandið hevur av trygdarávum noktað at hýsa dystinum á heimavølli.

Hamas leyp á Ísrael fyri sløkum trimum árum síðani. Sambært AFP kostaði álopið 1.221 fólkum lívið.

Ísrael svaraði við einum umfatandi hernaðarálopi, sum hevur lagt meginpartin av Gazageiranum í oyði. Sambært heilsumálaráðnum í Gaza hava fleiri enn 74.200 fólk latið lív.

Dystirnir móti Ísrael hava elvt til nógv kjak í Írlandi, sum leingi hevur stuðlað palestinska málinum.

Írland vann fyrra dystin 3-0 eftir eina óróliga upptakt. Írsku spælararnir atkvøddu fyri at spæla dystin, eftir at málverjin Gavin Bazunu tók seg úr hópinum dagin fyri.

Í gjár varð tíðindafundurin hjá Írlandi avbrotin, eftir at ísraelskir journalistar settu landsliðsvenjaranum Heimir Hallgrimsson spurningar. Teir spurdu millum annað um hansara støðu til eitt álop á eitt flogfar á veg til Ísraels fyrr í vikuni.

Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð.

/Ritzau/AFP

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

23 tímar síðan

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Myndir: Byggja torn úr menniskjum

7 minuttir síðan
Hondbóltur

Bergsøy vann fyrsta dystin í bestu norsku hondbóltsdeildini

27 minuttir síðan
Tíðindi

Tannlæknastova í hálva øld

35 minuttir síðan
Tíðindi

Christa Pike liggur framvegis í respiratori

46 minuttir síðan
Hondbóltur

Burn: H71, VÍF og Team Klaksvík vunnu

1 tími síðan
Tíðindi

Smyril framskundar og avlýsir

1 tími síðan
Tíðindi

Farið verður undir berarakanningar í 2027

1 tími síðan
Hondbóltur

Myndir: H71 vann móti Neistanum 34 - 32 (16-17)

1 tími síðan
Tíðindi

Góður dagstovnur hevur lagt 15 ár aftur um seg

2 tímar síðan
Tíðindi

Pápi og sonur skotnir til deyðis í Noregi

2 tímar síðan
Fótbóltur

Sara Benjaminsen skoraði tvey mál og var dagsins leikari

3 tímar síðan
Tíðindi

Frá um til hvussu

3 tímar síðan