– Hóast pápi mín var tannlækni, haldi eg ikki, at tað beinleiðis førdi meg inn á ta leiðina. Tað var ikki fyrr enn eg var farin undir sjálvan lesturin, at eg arbeiddi hjá pápa mínum í summarfrítíðini, sigur Maria Hansdóttir Tausen, sum í dag eigur og rekur Tannlæknastovuna í Saltangará.
Eftir loknan tannlæknalestur kom hon heimaftur í 2013 at taka ta kravdu praktikktíðina á Tannlæknastovuni, sum tók eitt ár, og tá yvirtók hon eisini ognarpartin hjá Tormóði Schrøter-Thomsen.
– Í dag er talan um eitt hampuliga stórt arbeiðspláss, tí tá ið øll eru til arbeiðis í senn, eru vit 15 í tali, sigur Maria, ið frøist um góðan trivnað, tí av teimum, sum eru har nú, hava tvær arbeitt her í samfull 48 ár og tvær í yvir 40 ár.
Ungur tannlækni kom heim
Byrjanin til Tannlæknastovuna liggur 50 ár afturi í tíðini, tá ið tann tá 28 ára gamli Jústinus Eliasen í Leirvík var liðugur sum tannlækni og vendi heimaftur til Føroya, eftir at hann hevði tikið tað kravda praktikkárið í Íslandi.
– Fyrstu átta mánaðirnar røkti eg skúlabørn úr bæði Nes kommunu og úr Runavíkar kommunu í eini skúlastovu á Glyvrum, men eftir summarfrítíðina í 1976 var klárt at flyta í hølini á Heiðavegnum í Saltangará, sigur hann.
Tá Jústinus var 40 ára gamal, fekk ryggurin fyri, og hóast tað kanska var nakað ungur aldur at leggja frá sær, dugdi hann tá ikki at síggja aðrar møguleikar enn at selja klinikkina á vári í 1989. Seinni bygdi sær eina minni klinikk við hús í Leirvík, har hann arbeiddi, sum orkan var til, til í 2017.
Børn høvdu tannapínu
Hans Tausen og Tormóður Schrøter-Thomsen, sáli, yvirtóku Tannlæknastovuna frá Jústinusi, og eitt ár eftir at Maria var komin heim, yvirtók hon partin hjá Tormóði.
Hans hevur trivist væl í arbeiðinum, men stutt eftir tíðina við koronufarsóttini valdi hann at gevast á Tannlæknastovuni, sum hevur verið ein partur av lívi hansara í yvir fjøruti ár.
– Tá ið eg byrjaði, gingu børnini ikki til tannlækna sum nú, so tá høvdu nógv børn tannapínu, men so er ikki longur. Klinikkin er eisini munandi størri í dag enn tá ið eg byrjaði, tí vóru vit bara Jústinus, eg og so kanska ein tannlækni aftrat, umframt klinikkassistentarnar, sigur Hans Tausen.
Lesið eisini grein í Sosialinum hetta vikuskiftið:
