Neistakvinnur fingu eitt gott útgangsstøðið til seinna dystin í European Cup móti kosovanska liðnum, KHF Samdrexha.
Neistin vann fyrra dystin niðri í Kosovo 28-23. Í steðginum var Neistin á odda 14-11.
Ró Reginsdóttir (myndin) gekk undan við at skjóta heili 12 mál. Silja A. Müller í málinum stóð eisini fyri einum góðum avriki við 12 bjargingum.
Liðini spæla returdyst í morgin klokkan 17. Við fýramálstapi ella betri enn tað vinnur Neistin seg víðari í kappingini.
KHF Samdrexha-Neistin 23-28 (11-14) - European Cup 1. dystur
Neistin: Ró Reginsdóttir 12/15, Anna S. Mikkelsen 6/11, Hervør Niclasen 4/4, Helena Dahl Magnusardóttir 2/4, Hannah Saunders 1/1, Lise Marie Nesse Evensen 1/1, Signi Høiris Bloch 1/3, Glóa Reginsdóttir á Lofti 1/4.
Bjargingar: Silja A. Müller 12/35.