Bert 17 ára gamla Sara Benjaminsen gjørdist stóra hetjan hjá FC Nordsjælland í bestu donsku fótbóltsdeildini í dag.
Sara var við frá dystarbyrjan, tá FC Nordsjælland tók ímóti oddaliðnum, HB Køge.
Bert átta minuttir vóru leiktir, tá Mille Gejl legði HB Køge á odda 1-0. Men bert fýra minuttir seinni javnaði Sara fyri heimaliðið.
Fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá 38 ára gamla álopslegendan, Nadia Nadim legði útiliðið á odda 2-1. Men Sara vildi ikki, at oddaliðið skuldi fara við øllum, og í 63. minutti javnaði Sara fyri heimaliðið, og syrgdi fyri, at HB Køge fekk eitt stig í sín lut.
Aftaná dystin var Sara, ið var á vøllinum í 78 minuttir vald at vera: "Woman of the match".
Vónandi vera hæddarpunktini frá dystinum tøk skjótt.
FC Nordsjælland er næstfremst í deildini við 21 stigum. HB Køge er fremst við 25 stigum.
Um 14 dagar spælir FC Nordsjælland dyst á útivølli móti FC Midtjyllandi.
Sara fer nú at ferðast við A-landsliðnum til Andorra, har okkara skulu spæla tveir venjingardystir 9. og 12. oktober.
-
©