info
Ongi úrslit

Góður dagstovnur hevur lagt 15 ár aftur um seg

Miðgarður er stórur og fjølbroyttur dagstovnur mitt í Miðvági, sum nú hevur 15 ár á baki. Fjøll, fjøra, viðarlund og áir eru nærmastu grannar hjá stovninum

Vilmund Jacobsen
4. oktober 2026 kl. 16:28

Hin 1. oktober fylti dagstovnurin Miðgarður 15 ár. Føðingardagurin hevur verið hátíðarhildin alla vikuna við ymiskum tiltøkum fyri børnunum, foreldrum og starvsfólki.

- Føðingardagsvikan byrjaði mánadagin við vatnkríggi, spæli og sápubløðrum úti, og pylsuvognurin kom á vitjan. Týsdagin var hoppiborg og andlitsmáling. Mikudagin var djórapostarenning í garðinum og stóladansur, og Raska frá MBM var eisini í føðingardag og hevði okkurt gott við til børnini at drekka.

Í Vága kommunu vísa tey á, at á sjálvum føðingardegnum var sjónleikur, og seinnapartin henda dagin vóru foreldrini boðin til kaffi og lagkøku.

Føðingardagsvikan endaði við hugna og felags morgunmati, og síðan vóru øll børnini úti og runnu í góðveðrinum, sum var henda dagin.

- Miðgarður er ein stórur og fjølbroyttur dagstovnur mitt í Miðvági. Stovnurin hevur vøggustovur, barnagarðsstovur, eina stovu til seks ára gomul og eina serstovu, sum fevnir um alt dagstovnaøkið í Vága kommunu.

Í Vága kommunu verður víst á, at fjøll, fjøra, viðarlund og áir eru nærmastu grannar hjá Miðgarði, og náttúran er ein virkin partur av gerandisdegnum á stovninum.

- Miðgarður hevur fingið virðisløn fyri arbeiðið við endurnýtslu, klædnaendurnýtslu og náttúruvirksemi.

Í Vága kommunu ynskja tey børnum, foreldrum og starvsfólkum í Miðgarði hjartaliga tillukku við 15 árunum og takkað verður fyri alt tað góða arbeiðið, sum verður gjørt á stovninum hvønn dag.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

21 tímar síðan

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Pápi og sonur skotnir til deyðis í Noregi

31 minuttir síðan
Fótbóltur

Sara Benjaminsen skoraði tvey mál og var dagsins leikari

44 minuttir síðan
Tíðindi

Frá um til hvussu

50 minuttir síðan
Hondbóltur

SMS: Rebekka Justinussen hevur skotið omanfyri 2.000 mál í bestu deildini

1 tími síðan
Tíðindi

Mentanin sleppur undan teimum størstu sparingunum

1 tími síðan
Tíðindi

Óheppið signal at Fólka­flokk­urin bakkar út

2 tímar síðan
Tíðindi

NÚSTALGIA: Ein teaturkonsert eftir RIVA og AGGRASOPPAR

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Kasakstan fyri Moldova í okkara bólki

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Grønland ikki flutt seg á fullveldisleið við nýggju Trygdar- og verjuavtaluni

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Tilfeingisrenta kann ikki roknast í einum tómrúmi

3 tímar síðan
Tíðindi

Oyggjarnar við Kuba sæddar úr rúmdini

3 tímar síðan
Fótbóltur

U19-landsliðið tapti fyri Sameindu Arabisku Emirríkjunum

4 tímar síðan