info
Ongi úrslit

Besta fótbóltsdeildin eitur nú Vodafonedeildin

Í morgun hevur besta mansdeildin í fótbólti nýggjan høvuðsstuðul og nýtt navn. Vodafone verður høvuðsstuðul næstu trý árini Fótbóltssambandið hevur í morgun kunngjørt nýggjan høvuðsstuðul til bestu mansdeildina í fótbólti. Seinnu árini hevur deildini verið kallað Formuladeildin, men nú skal kappingin eita Vodafonedeildin. ? Hetta passar væl til okkara strategi. Vit eru longu við í Champions League, og nú verður besta deildin í Føroyum kallað Vodafonedeildin, sigur Bjarni Askham Bjarnason, stjóri í Vodafone. Avtalan millum Fótbóltssambandið og Vodafone er galdandi í trý ár, og hon kemur beinleiðis føroysku fótbóltsfeløgunum til góðar. ? Feløgini kunnu rokna við einari inntøku í trý ár, tí øll upphæddin fer óskerd út til feløgini, sigur Høgni í Stórustovu, FSF-forseti, sum nevnir marknaðarføringina av fótbóltinum sum ein stóran síðuvinning í samstarvinum við Vodafone. Hákun Steingrímsson, forstjóri í Formula.fo, sum altso hevur lagt navn til bestu deildina í fýra ár, staðfestir, at Formuladeildin avgjørt hevur marknaðarført fyritøkuna. ? Umframt at sjálv deildin hevur itið Formuladeildin, hevur millum manna eisini verið tosað um Formulaspælarar og alt møguligt annað. Hóast vit ikki hava roknað upp á hetta krónu fyri krónu, so er einki at ivast í, at hetta hevur brandað okkum sera væl, sigur hann.

info
Eyðun Klakstein
26. februar 2009 kl. 08:43

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ukraina og Noreg tosa um verjusamstarv

14 minuttir síðan
Tíðindi

Vilja hava borgararnar at vísa á vandamikil vegamót í Havn

44 minuttir síðan
Tíðindi

Eldur í grasi við røktarheim í Runavík

1 tími síðan
Tíðindi

Tríggir tiknir fyri at koyra ov skjótt í Leirvík

1 tími síðan
Lesarabrøv

Seinastu 15 minuttirnir av býráðsfundinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan ávarar um følsk SMS frá „TAKS“

2 tímar síðan
Tíðindi

Burnham vil hava fólkaatkvøðu, skal Bretland aftur í ES

3 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyska U19-landsliðið er favorittur hjá veddingarfyritøkunum

3 tímar síðan
Tíðindi

Suðurkorea sendi stríðs­flog­før eft­ir russ­iskum flogførum

6 tímar síðan
Tíðindi

Partur av íslendska fiskiflotanum kann fara at landa í Føroyum

9 tímar síðan
Tíðindi

Skotskt flogfelag lækkar prísirnar fyri oyggjabúgvar

10 tímar síðan
Tíðindi

Skipasmiðja við 60 starvsfólkum á húsagang í Noregi

10 tímar síðan