Hvussu hongur tað saman, at samgongan vil gera tað bíligari at byggja og eiga bústað, samstundis sum ætlanin er at hækka gjøldini fyri lendi til sethúsabygging?
Tað vil Atli F. Johansen, løgtingsmaður, hava Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá.
Í einum skrivligum fyrispurningi eftir grein 52a í tingskipanini setur hann landsstýrismanninum seks spurningar um lendisgjøld og viðgerðartíðina av matrikulering.
Vísir á hækkingar upp á 50 og 70 prosent
Í viðmerkingunum vísir Atli F. Johansen á, at ein broyting í kunngerðini um umsiting av landsjørð er send til hoyringar.
Sambært honum leggur broytingin upp til, at gjøldini fyri lendi til sethúsabygging hækka við umleið 50 prosentum fyri uttangarðsjørð og 70 prosentum fyri innangarðsjørð.
Hann spyr, hvørjar metingar landsstýrið hevur gjørt um, hvussu nógv eitt vanligt grundstykki verður dýrari sum beinleiðis avleiðing av hækkingunum. Eisini vil hann vita, hvør fær árligu eyka inntøkurnar.
Stúrir fyri longri bíðitíð
Løgtingsmaðurin vísir samstundis á sparingar á Umhvørvisstovuni, sum hann stúrir fyri kunnu fáa neiligar avleiðingar fyri matrikulering og viðgerðartíðir.
Sambært viðmerkingunum er avgreiðslutíðin í dag umleið níggju til tólv mánaðir.
Atli F. Johansen vil tí vita, hvørji ítøkilig átøk eru sett í verk fyri at stytta bíðitíðina hjá borgarum og kommunum. Hann biður eisini um at fáa upplýst miðal viðgerðartíðina í dag og málini hjá landsstýrinum fyri 2027 og 2028.
Harumframt spyr hann, um ætlanin framvegis er at lata privatar aktørar gera partar av matrikuleringsarbeiðinum, soleiðis sum nevnt er í samgonguskjalinum.
Vil hava greiðu á bústaðarpolitikkinum
Atli F. Johansen heldur, at tørvur er á at fáa greiðu á, hvussu ætlaðu gjaldshækkingarnar og sparingarnar samsvara við bústaðarpolitikkin hjá samgonguni.
Hann vísir á, at samgongan fleiri ferðir hevur lagt dent á at betra atgongdina hjá føroyingum, serliga ungum fólki, til bústaðarmarknaðin.