info
Ongi úrslit

Borgarligar flokkar í Svøríki trúgva upp á vend í valstríðnum

Nýggjar veljarakanningar hava birt nýggja vón hjá borgarligu flokkunum í Svøríki undan valinum sunnudagin.

Borgarligu flokkarnir í Svøríki komu saman til seinasta valkjakið hjá SVT fríggjakvøldið. Mynd: Anders Wiklund/Ritzau Scanpix
Eirikur Lindenskov
19 minuttir síðan

Ulf Kristersson forsætisráðharri hevur longu avtalað fund mánadagin um samráðingarnar eftir valið.

Borgarligu flokkarnir í Svøríki eru bjartskygdir, eftir at veljarakanningar vísa, at teir hava minkað um munin upp til reyðgrøna blokkin beint undan ríkisdagsvalinum sunnudagin.

Fríggjakvøldið komu teir saman til seinasta sjónvarpskjakið hjá SVT undan valinum.

– Blágula come-back'ið er veruleiki, sigur Ebba Busch, forkvinna í Kristdemokraterna.

Leingi hevur sæð út til, at borgarligu flokkarnir fóru at tapa valið greitt. Men seinastu veljarakanningarnar hava aftur skapt spenning um, hvør fer at standa sterkast eftir valið.

Spurningurin er, um Ulf Kristersson kann halda fram sum forsætisráðharri, ella um Magdalena Andersson, forkvinna í Javnaðarflokkinum, fer at hava bestu kortini á hondini.

Í fleiri kanningum minkar borgarligi blokkurin um munin upp til tann reyðgrøna, og í einari standa blokkarnir á jøvnum.

Ulf Kristersson, sum eisini er formaður í Moderaterna, sigur seg longu vera til reiðar til samráðingarnar eftir valið.

– Vit hava longu avtalað ein fund mánadagin fyri at leggja til rættis alt tað, sum kemur eftir valið, og seta gongd á tær samráðingar, sum eru neyðugar, sigur hann.

/Ritzau/TT

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

Í gjár kl. 20:06

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

7 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

10 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Í gjár kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

14 tímar síðan

Vestergaard: Kósin er sett – Suðuroyggin skal hava fast samband

10 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Rói var toppskjútti tá Aarhus vann fyrsta sigurin

12 minuttir síðan
Tíðindi

Leitisstein steðgar virkseminum – starvsfólkini send til hús

29 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mjällby tryggjaði sær týdningarmikið stig í Göteborg

42 minuttir síðan
Hondbóltur

Burn: Eiðismenn taptu eisini í aðru royndini

1 tími síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF tapti men avrikaði væl í seinna hálvleiki

1 tími síðan
Tíðindi

Ávara um svik í sambandi við endurgjald í snyrilsmálinum

1 tími síðan
Lesarabrøv

25 ár síðan 9/11: Vesturheimurin stendur veikari nú

2 tímar síðan
Tíðindi

Kunnar seg um møguleikarnar við kjarnorku í Føroyum

2 tímar síðan
Tíðindi

Fimti hvør ungur kemur ikki aftur

3 tímar síðan
Fótbóltur

Árni hevur skrivað undir nýggjan sáttmála

3 tímar síðan
Fótbóltur

Veðrið argar fótbóltin

4 tímar síðan
Tíðindi

Verri PISA-úrslit fáa Norðurlond at leita eftir felags loysnum

4 tímar síðan