Áki D. Samuelsen var á vøllinum seinasta hálva tíman, og Martin Agnarsson sat á beinkinum allan dystin, tá lið teirra, Mjällby aftaná trý tap á rað tryggjaði sær týdningarmiklan javnleik á útivølli móti BK Häcken í Göteborg.
Jacob Bergström legði Mjällby á odda við einum góðum stútara, tá 17 minuttir vóru leiktir av dystinum. Seinni hálvleikur var 11 minuttir gamal, tá heimaliðið javnaði til 1-1.
Mjällby er fimtaftast í deildini við 21 stigum.
Mikukvøldið klokkan 18 spælir Mjällby dyst á útivølli móti AIK Stockholm.