Bjørt Lind, løgtingskvinna, hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum, ein skrivligan § 52a-fyrispurning um kommunulæknatænastuna á ellis- og røktarheimunum.
Í viðmerkingunum greiðir Bjørt Lind frá einari vitjan á einum røktarheimi, har starvsfólk vístu á, at nógv arbeiðstíð fer til at fáa fatur á kommunulæknunum hjá búfólkunum. Eftir at hava bíðað eftir svari frá einari læknaviðtalu kann sama starvsfólk noyðast at ringja til eina aðra viðtalu um eitt annað búfólk og bíða av nýggjum.
Starvsfólkini nevndu eisini, at fleiri kommunulæknar koma á heimið ymiskar dagar at koppseta nøkur fá búfólk hvør móti influensu. Tey ynskja ein fastan lækna knýttan at heiminum ella deildini, so læknavitjanir kunnu samskipast betur og meira tíð verður til røkt og umsorgan.
Spyr, um royndarskipanirnar fóru í gongd
Í frágreiðingini Í góðum hondum frá 2022 varð skotið upp at kanna eina skipan við føstum kommunulæknum á røktarheimum og bústovnum á serøkinum.
Summarið 2025 upplýsti táverandi landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, at arbeitt varð við einari slíkari skipan saman við Kommunulæknafelagnum, Kommunufelagnum og Heilsutrygd. Eftir ætlan skuldu royndarskipanir byrja á útvaldum ellis- og røktarheimum tíðliga á heysti 2025.
Bjørt Lind vil nú hava at vita, um royndarskipanirnar vórðu settar í verk, og hvørjar royndirnar í so fall eru. Hon spyr eisini, hvørjar avtalur og møguligar lógarbroytingar skulu til, og nær øll ellis- og røktarheim í landinum kunnu fáa tilboð um ein fastan kommunulækna, sum kemur á regluliga vitjan.