Frammanundan eru Tróndur Mikkelsen og Leivur Mortensen í hópinum hjá HF Karlskrona í bestu svensku hondbóltsdeildini, og komandi summar vera tríggir føroyingar í hópinum hjá Karlskrona.
19 ára gamli strikuleikarin, Erling Erlendsson hevur gjørt trý ára sáttmála við HF Karlskrona. Men hann byrjar fyrst í felagnum komandi summar. Kyndil fær sostatt gleði av Erlingi fram til kappingarendan.
Talan er um ein trý ára sáttmála.
Í Karlskrona gleða tey seg til at fáa 204 sentimetur høga strikuleikaran til felagið.
- Tað er ein ógvuliga lovandi leikari vit hava knýtt til hópin hjá okkum. Ein leikari sum trúgva nógv upp á. Men talan er eisini um ein ungan leikara, ið tørvar tíð til at venja seg við umstøðurnar og okkara umhvørvið. Tí samdust vit um ein loysn sum strekkir seg yvir trý ár. Sigur Mikael Sandström frá leiðsluni hjá HF Karlskrona við facebooksíðu felagsins.
Erling er sjálvur sera fegin um valið hann hevur gjørt, og hann sær fram til at flyta til Karlskrona komandi summar.
- Eg havi fingið ein góða kenslu av bæði felagnum og av sjálvum býnum. Bæði gjøgnum tað sum eg sjálvur hava sæð, og tað sum aðrir hava greitt frá. Eg eri sannførdur um, at hetta er eitt gott stig fyri meg og mína hondbóltsyrkisleið. Sigur Erling við facebooksíðuna hjá HF Karlskrona.
Í kvøld tapti Karlskrona á útivølli í Partille 30-33 fyri Sävehof. Í steðginum var Karlskrona á odda 16-15.
Tróndur Mikkelsen skoraði trý mál.
HF Karlskrona er nummar 10 í deildini við sjey stigum. Teir hava trý stig upp til liðið hjá Paula Jacobsen, IFK Skövde sum er á sera týðandi áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Skövde tapti í kvøld á heimavølli 26-29 (12-17) fyri Alingsås.
Tá 20 minuttir vóru farnir av dystinum mátti Pauli av vøllinum við skaða. Nikolai Kaufmann, ið hevur verið skaddur í 276 dagar gjørdi comeback í málinum hjá Skövde, tá Pauli mátti av vøllinum.