info
Ongi úrslit

Russiskur diplomatur í USA doyði brádliga í Moskva

Talsfólkið hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, skrivar á Telegram, at diplomaturin doyði eftir at hava verið sjúkur leingi

Aleksandr Nikititsj Dartsjiev hevur verið sjúkur leingi, verður sagt í russiska uttanríkisráðnum
Vilmund Jacobsen
11. november 2026 kl. 22:13

Russiski diplomaturin í USA, Aleksandr Nikititsj Dartsjiev, er brádliga deyður í Moskva, 66 ára gamal.

Tað veit russiska tíðindastovan Tass at siga í dag, og her verður víst til russiska uttanríkisráðið, sum sigur, at maðurin doyði hin 11. november.

Russiskir myndugleikar hava einki sagt um deyðsorsøkina - uttan tað, at Aleksandr Nikititsj Dartsjiev skal hava verið sjúkur leingi.

Einki verður tó sagt um, hvørjar heilsutrupulleikar diplomaturin skal hava drigist við.

Talsfólkið hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, skrivar á Telegram, at diplomaturin doyði eftir at hava verið sjúkur leingi.

Sambært keldu, sum CNN hevur skift orð við, fór russiski diplomaturin av russisku sendistovuni í Washington til Moskva, har hann fekk viðgerð fyri sjúku.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

23 tímar síðan

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Erling Erlendsson hevur gjørt sáttmála við HF Karlskrona

0 minuttir síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: VÍF vann stórsigur á eykaliðnum hjá Kyndli

30 minuttir síðan
Tíðindi

Nær fáa røktarheimini fastan lækna?

56 minuttir síðan
Hondbóltur

Jana og Marita vunnu - Maria tapti

1 tími síðan
Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu seg víðari í steypakappingini

1 tími síðan
Lesarabrøv

Oyndarfjarðar­tunn­il­in - og for­bann­ils­ið av fjalla­vegum

1 tími síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil vann á StÍF - H71 skoraði 50 mál á Eiði

2 tímar síðan
Tíðindi

Blatter kallar Infantino ein einaræðisharra

2 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Magnusi sendi liðið hjá Jóhan úr steypakappingini

3 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum er fremst í Rumenia

3 tímar síðan
Tíðindi

Ógreitt um nýggj rokn­skapar­regla fer at fevna um ferjurnar

4 tímar síðan
Tíðindi

U19: Vóru á odda í steðginum - taptu 1-4 fyri Serbia

4 tímar síðan