info
Ongi úrslit

Bráðtíðindi: Sleppa ikki at koppseta fyri koronu enn

Vit fáa nógv minni koppingarevni enn vit skuldu fáa og tí verður eingin koppsettur enn

Áki Bertholdsen
23. desember 2020 kl. 12:04
Nú er tað greitt, at tað verður eingin føroyingur koppsettur fyri koronu fyribils. Orsøkin er, at vit fáa nógv minni koppingarevni enn ætlanin var, at vit skuldu fáa og tí støða tikin til at bíða við at fara undir at koppseta fólk til seinni. Annars skuldi fyrstu føroyingarnir koppsetast longu um vikuskiftið, men nú er tað útsett, í hvussu so er til nakað út í januar. Vit skuldu fáa koppingarevni til yvir 2.000 fólk nú á jólum, men vit fáa ikki meiri enn til 35-40 fólk. – Orsøkin er, at bæði Danmark, og ES sum heild, fáa nógv færri skamtir av koppingarevninum enn ætlanin var, sigur Heilsumálaráðið nú á miðdegi. Føroyingar fáa sín part úr Danmark, og tí minkar føroyski luturin eisini samsvarandi. Í Danmark vænta tey enn at fáa vaksinuna annan jóladag, men nú er alt eitt sindur óvist, hussu skjótt koppingarevnið verður til taks. Hinvegin er tað greitt, at Danmark fær eitt sindur færri enn 10.000 skamtir í fyrstu syftu og tað er nokk til 5.000 fólk, tí øll skulu koppsetast tvær ferðir. Føroyar fáa minni enn eitt prosent av danska koppingarevninum. Tað merkir, at føroyska heilsuverkið bara hevði kunnað fingið 70-80 skamtir, ella nóg mikið til at koppseta 35-40 fólk. Tí er gjørt av at bíða, og tað er ein avgerðin, sum er tikin eftir tilmæli frá Hjalta Gunnarstein, landsapotekara, Tummasi í Garði, varastjóra í Sjúkrahúsverkinum, og Lars Fodgaard Møller, landslækna. Í tilmælinum verður dentur lagdur á, at tað er týdningarmikið, at tað altíð verður tryggjað, at tveir skamtir eru til hvørt fólk, sum skal koppsetast. Tað merkir, at tá eitt fólk er koppsett einaferð, verður ein skamtur goymdur til næstu koppseting tríggjar vikur seinni. – Og tá ið óvissan er so stór, verður mett, at tað er best at bíða til vit fáa fleiri skamtir, sigur Heilsimálaráðið.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Danmark sigur nei til trygdar­avtalu við Russ­land

34 minuttir síðan
Tíðindi

Chelsea-málverji breyt kjálkan í samanbresti

1 tími síðan
Fótbóltur

Meistaradeildin: NSÍ og KÍ hava størstu favorittstøðurnar

2 tímar síðan
Tíðindi

Musk vísti fram flúgvandi Tesla

3 tímar síðan
Tíðindi

Siðsøgan á útróðri í Grønlandi

4 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 skal spæla dystir 70 km vestanfyri ukrainska markið

5 tímar síðan
Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

13 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

13 tímar síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

14 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

14 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

15 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

15 tímar síðan