Russland heitir á Danmark um at gera eina trygdaravtalu, sum skal fyribyrgja hendingum millum skip og flogfør hjá londunum.
Tað skrivar TV 2 sambært Ritzau.
Áheitanin kemur, eftir at russiska fregattin Soobrazitelny 14. september skeyt tvey neyðbluss móti eini danskari Fennec-hernaðartyrlu í altjóða sjógvi út fyri Gedser.
Russiska sendistovan í Danmark sigur í telduposti til TV 2, at Russland áður hevur skotið eina slíka avtalu upp. Sambært sendistovuni skal avtalan skapa eitt løgfrøðiligt grundarlag fyri at sleppa undan líknandi hendingum í framtíðini.
Danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, vísir tó uppskotinum aftur.
Í einum skrivligum svari til TV 2 sigur hann, at Russland við sínum ágangandi atburði greitt og tilvitað brýtur altjóða reglur, sum landið longu hevur bundið seg til at halda.
Tí loysir tað sambært ráðharranum ikki trupulleikan at gera fleiri avtalur, sum ikki verða hildnar.
Sambært donsku verjuni varð skotið við neyðblussunum uttan ávaring, meðan tyrlan tók myndir av fregattini sum part av eini vanligari uppgávu.
Russiski sendiharrin í Danmark, Vladimir Barbin, segði eftir hendingina, at danska tyrlan hevði borið seg avbjóðandi at.
Russiska sendistovan sigur við TV 2, at Russland hevur mótmælt líknandi hendingum eftir diplomatiskum leiðum í bæði 2025 og 2026.
Ritzau hevur spurt sendistovuna, um eitt formligt tilboð um eina trygdaravtalu er sent donsku stjórnini, nær tað møguliga varð sent, og hvat tað inniheldur.