Metnógvir sviar hava atkvøtt frammanundan valdegnum, og tað hevur lagt størri trýst á PostNord enn væntað.
Tað skriva fleiri svenskir miðlar og tíðindastovan TT.
Í alt hava 3,6 milliónir veljarar atkvøtt frammanundan. Sambært TT skuldu atkvøðurnar verið komnar fram til valstøðini, tá tey lótu upp klokkan sjey í morgun føroyska tíð.
Men í einum øki kring Stockholm kann útberingin verða upp í fýra tímar seinkað.
Sambært PostNord er orsøkin, at talið á brævatkvøðum er vaksið meira enn væntað.
– Trýstið hevur verið størri enn okkara metingar. Vanliga vænta vit, at talið á atkvøðum, sum verða greiddar frammanundan, veksur millum fimm og tíggju prosent fyri hvørt val. Nú eru vit nærri 20 prosentum, sigur Anders Porelius, tíðindastjóri hjá PostNord, við TT.
Kunnu seinka uppteljingini
Svenski valmyndugleikin váttar fyri SVT, at nakrar av brævatkvøðunum eru seinkaðar.
Jenny Stad, sum hevur ábyrgd av kunningini hjá valmyndugleikanum, sigur, at valstarvsfólkini tí fáa styttri tíð at kanna atkvøðurnar. Tað kann í síðsta enda seinka uppteljingini.
Veljarar, sum hava atkvøtt frammanundan, kunnu broyta sína atkvøðu við at atkvøða aftur á sjálvum valdegnum. Tá verður fyrra atkvøðan ógildað, og atkvøðan frá valdegnum telur í staðin.
Sambært SVT ávirka seinkingarnar ikki henda møguleikan.
Útlit til sera javnt val
Valstøðini lata aftur klokkan 19 føroyska tíð, og útlit eru til eitt sera javnt val.
Í byrjanini av valstríðnum bendu veljarakanningarnar á stjórnarskifti. Reyðgrøni vongurin við Magdalenu Andersson úr Socialdemokraterna á odda lá tá til at taka við valdinum.
Men í endaspurtinum er leiðslan minkað, og borgarligi stjórnarvongurin við Ulf Kristersson forsætisráðharra úr Moderaterna hevur vunnið fram.
Fríggjadagin vísti ein veljarakanning, sum Ipsos gjørdi fyri Dagens Nyheter, nærum deyðafátt millum vengurnar báðar.
Fyrstu fyribils úrslitini verða væntandi kunngjørd umleið klokkan 20 føroyska tíð. Enn er óvist, um seinkaða útberingin av brævatkvøðum fer at ávirka hetta.