Stóra og myrka ferðamannaskipið Explora III sæst væl við Skansabryggjuna í Havn í dag.
Skipið kom á Havnina klokkan sjey í morgun og fer avstað aftur klokkan 15 seinnapartin, sambært Tórshavnar havn.
Explora III er nýggjasta skipið hjá ferðavinnufelagnum Explora Journeys, sum er partur av MSC-samtakinum. Skipið varð latið eigarunum í juli í ár og fór síðani undir sína fyrstu ferð.
Ferðamannaskipið er 268 metrar langt og 32 metrar breitt. Tað hevur 463 svitur við plássi fyri umleið 900 ferðafólkum. Manningin telur umleið 640 fólk.
Explora III er bygt sum eitt marglætisskip, har øll kømurini eru svitur, sum venda móti sjónum. Umborð eru millum annað fleiri matstovur, svimjihyljar, vælveruøki og stór uttanduraøki.
Skipið siglir í hesum døgum úr Southampton til Reykjavíkar. Ferðin byrjaði 9. september og endar í íslendska høvuðsstaðnum 17. september.
Explora III er skrásett í Valletta á Malta.