info
Ongi úrslit

Partarnir hava góðkent semingsuppskotið

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag & Landsfelag Handverkaranna hava góðkent semingsuppskotið.

Dagfinn Olsen
5. november 2026 kl. 18:56

Seinnapartin í dag 5. november 2026 tóku handverkarafeløgini og KAF undir við semingsuppskotinum, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar fyrrapartin.

Semingsuppskotið er m.a. um løn og um broytingar í lønarstiganum fyri handverkarar og leiðandi handverkarar.

Talan er um eina 3 ára semju, har lønarhækkanin er býtt soleiðis:

Tann 1. januar 2026 hækkar mánaðarlønin við 2,78 %

Tann 1. januar 2027 hækkar mánaðarlønin við 3,68 %

Tann 1. januar 2028 hækkar mánaðarlønin við 4,00 %

Frá 1. apríl í 2027 kemur í gildi nýggj áseting um viðbót fyri vandamikið arbeiði: Fyri arbeiði í tunli, arbeiði við vandamiklum evnum og tilfari, sum krevja serliga verndarútgerð, t.d. asbest, arbeiði í dampketli, arbeiði í brúktum olju-, lýsi og øðrum tangum og annars inni í smáum tangum, og fyri arbeiðir í kloakkum, verður goldið 10% eyka um tíman. Frá

1. januar 2027 kemur nýggj áseting í sáttmálan um yvirtíðararbeiði: Tá yvirtíðararbeiði er byrjað, verður goldin yvirtíð til arbeiðið endar.

Frá 1. januar 2027 hava handverkarar rætt til eftirløn av niðanfyrinevndu persónligu viðbótum sambært § 5, § 7, § 7a og § 7b. Tað nýggja í hesi áseting er § 7b viðbótin. Sí hjálagda semingsuppskot um aðrar broytingar.

Kommunala Arbeiðagevarafelagið tann 5. november 2026 Per Martin Gregersen, formaður

Mest lisið hesa vikuna

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

23 tímar síðan

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sjokuláta og jóla­kal­end­ar­ar tikn­ir aft­ur eft­ir frá­boð­an­ir um sjúku

14 minuttir síðan
Tíðindi

Kastrup stevnir móti metári

45 minuttir síðan
Hondbóltur

Jana avrikaði væl móti donsku meistarunum

59 minuttir síðan
Tíðindi

Ravsøgn útgeva nýtt staklag um kópakonuna

1 tími síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Stjørnan vann á Kyndli í bólki 1

1 tími síðan
Tíðindi

Føroysk dansilist partur av altjóða pallseting í Taivan

1 tími síðan
Tíðindi

Bústaðir byggja 37 nýggj­ar í­búð­ir við Vill­ing­a­dals­vegin

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Ungarn vann stórsigur á Montenegro í okkara bólki

1 tími síðan
Tíðindi

Heðin Ziska Davidsen framførir tónleikin úr verkinum RIVA – Kanska ein bygd

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki legði upp til mál tá Mjällby vann á Borac Banja Luka

2 tímar síðan
Tíðindi

Bretar hækka rentuna fyri fyrstu ferð í trý ár

3 tímar síðan