info
Ongi úrslit

Bústaðir og HVT byggja leigu­íbúð­ir við Villinga­dals­vegin

37 nýggjar leiguíbúðir skulu byggjast við Villingardalsvegin. Tórshavnar býráð hevur samtykt at selja Bústøðum lendið, har íbúðirnar skulu byggjast í samstarvi við HVT.

Eirikur Lindenskov
9. november 2026 kl. 11:45

Verkætlanin fevnir um 37 íbúðir í trimum ymiskum støddum – 20 íbúðir á 53 fermetrar, tríggjar íbúðir á 73 fermetrar og 14 íbúðir á 85 fermetrar. 

Hósdagin varð skeytið undirskrivað.

Ingibjørg Berg (stýrisforkvinna, Bústaðir), Elsa Berg (borgarstjóri) og Jógvan Ósá (stjóri, Bústaðir).

Vit eru sera spent upp á hesa verkætlanina. Fleiri leiguíbúðir eru eitt týdningarmikið íkast til ein fjølbroyttari bústaðarmarknað. At fáa fleiri ymiskar bústaðarmøguleikar er ein týðandi fortreyt fyri, at fólk kunnu finna sær ein bústað, støðast og trívast í kommununi, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.

Jóan Petur Hentze (kommunustjóri), Anja Weyhe (forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini), Elsa Berg (borgarstjóri), Jógvan Ósá (stjóri, Bústaðir), Kaysten Rasmussen (fíggjarleiðari, Bústaðir) og Regin Petersen (stjóri, HVT).

– Vit fegnast um, at Bústaðir og HVT fara undir hesa sera góðu verkætlan. Tí eitt av okkara høvuðsmálum er at fáa fjølbroyttar bústaðarmøguleikar í allari kommununi, sigur Anja Weyhe, forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini.

Sølan av lendinum er fyrsta stigið á leiðini at fremja íbúðarverkætlanina og er týðandi liður í tilgongdini at økja um talið av leigubústøðum í Tórshavn. Væntað verður, at íbúðirnar verða lidnar á vári 2028.

Býráðið samtykti málið 22. oktober 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

At ferðast - við krystallnáttini í huga

15 minuttir síðan
Tíðindi

Hava há­tíð­ar­hild­ið 20 ára dag á Strondum

59 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyskir tón­leik­ar­ar fingu stórt rós í ís­lendsk­um miðlum

1 tími síðan
Fótbóltur

Hans Jørgensen verður málmansvenjari hjá HB

1 tími síðan
Tíðindi

Dmitrij Peskov: - Evropa verður ikki umboðað í Abu Dhabi

2 tímar síðan
Tíðindi

Yvir 60 milli­ón­ir til at um­væla Albert Hall og Løgtingið

2 tímar síðan
Tíðindi

Heystkvøldseta týskvøldið 10. november

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgtingið at­kvøð­­ur um at taka fost­ur­tøku­mál­ið úr nevnd

3 tímar síðan
Tíðindi

Tóku 13 sett av nummarplátum í nátt

4 tímar síðan
Tíðindi

Krøvini hjá Iran kunnu ikki góðtakast

4 tímar síðan
Tíðindi

Koyr bil, tá tú koyr­ir bil! Ann­ars fært tú klipp í koyri­kortið

5 tímar síðan
Tíðindi

Mistonkti eftir skotálop í Krakow er deyður

5 tímar síðan