Hin 6. november í ár vóru 20 ár liðin, síðan fyrstu børnini byrjaðu í dagstovninum, Lítlafløtti á Strondum. Hetta varð hátíðarhildið í bygdahúsinum á sjálvum degnum.
Artur Johansen, varaborgarstjóri, bar fram heilsu fyri kommununa, og Sóleyð D. Joensen, dagstovnaleiðari, segði nøkur orð vegna Lítlafløtt.
- Børnini sungu nakrar sangir, og so vórðu starvsfólk heiðraði við gávu og blómum. Allar hava arbeitt á Lítlafløtti, síðan stovnurin læt upp, og fleiri vóru dagrøktarmammur fyri ta tíð.
Í Sjóvar kommunu vísa tey á, at Rakul Ró og William sungu nakrar sangir frá Kulum Rótum - og øll, sum vóru komin til hátíðarhaldið, fingu drekkamunn og okkurt gott afturvið.
Í Sjóvar kommunu greiða tey soleiðis frá dagstovninum, Lítlafløtti, sum læt upp hinm 6. november í 2006:
- Tá vóru tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og ein frítíðarstova. Tað vísti seg tó skjótt, at stovnurin var ov lítil, og avgjørt var at byggja eina frítíðarstovu til 1. og 2. flokk oman fyri bygdahúsið.
Frítíðarstovan læt upp fyrst í mai 2008.
- Tíðliga í 2017 sást, at stovnurin enn einaferð var ov lítil. Tí máttu vit finna eina fyribilsloysn til eftir summarferiuna. Avgjørt varð, at tey elstu barnagarðsbørnini skuldu fara í bygdarhúsið, har matstovan bleiv gjørd um til eina barnagarðsstovu.
Hin 6. august 2018 læt ein vøggustova upp aftrat.
- Hendan vøggustovan var í Áarstovu, sum upprunaliga var eitt felagsøkið fyri stovnin. Avgjørt var at útbyggja stovnin við trimum vøggustovum, og hin 2. september 2019 vórðu tríggjar nýggjar vøggustovur tiknar í brúk.
Tær eru í einum bygningi fyri seg, norðan fyri barnagarðin.
- Í august 2021 var aftur plásstrot. Tá lótu vit aftur Áarstovu upp. Hesaferð var tað skúlabólkurin, sum hevði stovu har. Hesin bólkurin flutti yvir í frítíðarstovuna í 19. apríl 2022, og fingu vit bygdahúskjallaran uppí frítíðarstovuvirksemið.
Nú varð avgjørt at byggja uppí frítíðarstovuna, og hendan útbyggingin varð liðug á sumri 2023.
Í dag eru 10 stovur á stovninum, sum halda til í trimum bygningum.
Vøggustova, har tríggjar stovur eru.
Barnagarður, har tvær miðlingastovur og tríggjar barnagarðsstovur eru.
Frítíðarstova, har skúlabólkur og 1. og 2. flokkur eru.
Í Sjóvar kommunu verður víst á, at barnagarður, vøggustova og frítíðarstova liggja sera væl fyri - í vøkrum og náttúruvinarligum umhvørvi.
- Vit hava fótbóltsvøll og bygdahús beint við, og ein stóran spæligarð við alskyns menningarmøguleikum.
Her er eisini ein á at vassa og spæla í, berg at klintra í, reiggur, rusjubani, klatritorn, spælihús, vegur at koyra/súkkla eftir og annað.
- Stutt er til haga og fjøru, sum vit eisini brúka til spæl og menning, verður lagt aftrat.
Á heimasíðuni - www.sjovar.fo - síggjast fleiri myndir frá hátíðarhaldinum á Lítlafløtti, nú stovnurin hevur lagt tey fyrstu 20 árini afturum seg.


