Gongur sum ætlað, so kemur frákoyrdi katalonski forsetin, Carles Puigdemont, til Føroya einaferð í vár.
Tað sigur Magni Arge, fólkatingsmaður, sum hevur boðið katalonska loysingarleiðaranum higar
– Vit ætla at fáa vitjanina í lag fyri páskir. Men tað veldst sjálvandi um støðuna í Katalonia, og hvussu tað verður við at skipa nýggja stýrið har, sigur Magni Arge.
Í Katalonia skulu tey velja nýggjan forseta, og meðan Carles Puidgemont vitjaði á Universitetinum í Keypmannahavn í gjár komu boðini um, at hann varð tilnevndur sum valevni til forsetaembætið.
– So vit mugu fáa at síggja, hvussu tað passar í kalendaran hjá honum – og vita, um hann kemur sum privatpersónur, ella hann kemur sum stjórnarleiðari í Katalonia, sigur Magni Arge.
Carles Puidgemont hevði sjálvur valt at vitja Danmark, men tað var Magni Arge, sum hevði boðið honum inn á Christiansborg at hitta danskar politikarar.
– Eg hevði so eisini hjálpt honum við nøkrum praktiskum viðurskiftum, sigur Magni Arge.
Carles Puigdemont hevur verið rættiliga umstríddur persónur seinastu mánaðirnar, síðani fólkaatkvøðuna í Katalonia, sum spanska stjórnin segði vera ólógliga – og ikki minst síðani hann varð koyrdur frá, fór í útlegd og nú sum afturvaldur í katalonska tjóðartingið.
Av tí at hann vitjaði sum privatpersónur í Danmark og ikki sum umboð fyri spanskar myndugleikar, so hevði hann sum so ikki trygdarvørðar við sær til Danmarkar, men hann hevði tó fólk rundan um seg.
– Teir hava helst roknað hetta sum eina low-risc vitjan, men tað var skjótt, at donsk løgregla var rundan um hann, tí áhugin fyri honum var so ovurhondsstórur, greiðir Magni Arge frá.
– Har vóru sera, sera nógv tíðindafólk runda um hann úr øllum møguligum londu – bæði úr Danmark, Spania, Katalonia, Norðurlondum, Frankaríki, Týsklandi, Bretlandi, Amerika og øðrum londum við, greiðir Magni Arge frá.
Fólkatingsmaðurin sigur, at Carles Puigdemont er sera áhugaður í at koma til Føroya. Hann kennir til føroysk viðurskifti – og tað er ikki bara tí, at hann er politikari, men frá síni tíð sum journalistur.
– Hann veit útmerkað væl um arbeiði okkara við eini stjórnarskipan, og kennir væl ta skipan, sum er millum Føroyar og Danmark í dag, sigur Magni Arge, sum leggur afturat, at tað gera so nógv, sum fáast við politikk í hasum økjunum, sigur hann.
Magni Arge øtast um fólkaræðisligur viðurskiftini í Spania.
– Har eru tey komin til ta støðu, at tú verður settur í fongsul fyri at røkja tíni politisku áhugamál. Tað er púra óskilandi í okkara verð. Tí hava okkara viðurskifti sjálvandi áhuga millum politikarar har, sigur Magni Arge.
– Og eg skilji slett ikki danskar politikarar, sum bara vilja stilla seg aftan fyri Rajo. Hví kunnu teir ikki stíga fram og siga teimum, hvussu tey í Danmark greiða hesa viðurskifti, spyr Magni Arge.
Carles Puigdemont kemur til Føroya í vár Carles Puigdemont kemur til Føroya í vár
info
Eirikur Lindenskov
24. januar 2018 kl. 12:16
Mest lisið hesa vikuna
Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?
Í gjár kl. 23:26
Aðalstjóri við meira enn einari millión krónum ársløn
1. november kl. 07:45
Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum
2. november kl. 23:18
Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu
3. november kl. 14:11
Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn
2. november kl. 17:48
Signa skrivaði søgu við gullmedalju
Í gjár kl. 22:29
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«
10 minuttir síðan
Tíðindi
Danska poppdrotningin Medina á OY Voxbotn 2027
23 minuttir síðan
Lesarabrøv
Vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum ⛑
25 minuttir síðan
Tíðindi
Vil vita, hvat landskassin fekk burtur úr skerdum frádráttum
27 minuttir síðan
Fótbóltur
VIDEO: Odmar gleðir seg til avgerandi Nations League dystirnar
50 minuttir síðan
Tíðindi
Rúsviðgerðin røkkur ikki øllum
1 tími síðan
Tíðindi
European Cup: Veddingarfyritøkurnar trúgva ikki upp á VÍF
1 tími síðan
Tíðindi
Vil kanna metro til útoyggjarnar
1 tími síðan
Tíðindi
Lýggjasti oktober í 30 ár
2 tímar síðan
Tíðindi
Góðar Ukraina-samrøður fyri fundin í Abu Dabi
2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein
Fróði vil flyta 170 milliónir úr fyrisiting til vælferð
3 tímar síðan
Tíðindi
Í dag er aftur J-dagur
4 tímar síðan