Kvinnurnar hjá VÍF eru í hesum døgum í Slovakia fyri at spæla tvær sekstandapartsfinalur í European Cup móti Sala, ið fær báðar dystirnar á sínum heimavølli.
Í undanfarna umfarinum megnaðu vestmannakvinnur at vinna 34-23 og 28-17 á kovovanska liðnum, KHF Ferizaj.
Sala vann í undanfarna umfarinum á heimavølli 35-26 og á útivølli 29-26 á niðurlendska liðnum, Quintus.
Sala er fjórðfremst í bestu slovakisku deildini við 11 stigum fyri átta dystir.
10 altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystinum millum VÍF og Sala trúgva ikki upp á, at VÍF kann gera tær stóru skreytirnar.
Oddsini upp á sigur til VÍF liggja millum 5,50 og 7,00.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 12,00 og 16,00.
Oddsini upp á sigur til Sala liggja millum 1,12 og 1,18.
Sunnudagin klokkan 17 spæla Sala og VÍF seinna dystin.
HER eru oddsini:
-
©