info
Ongi úrslit
Forsetafrúan handaði umboðunum fyri stríðandi partarnar eitt persónligt bræv, sum skal latast russiska forsetanum, Vladimir Putin og ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj

Góðar Ukraina-samrøður fyri fundin í Abu Dabi

Samrøðurnar í Hvítu Húsunum geva vónir um fundin millum umboð fyri Russland, Ukraina og USA í Abu Dabi í næstu viku

Vilmund Jacobsen
6. november 2026 kl. 13:18

- USA, Russland og Ukraina hava havt góðar og nyttugar samrøður um, hvussu kríggið í Ukraina kann loysast.

Tað skrivar Jared Kushner á X, fyrrverandi Twitter, og tað er Reuters, sum endurgevur.

Hann er bæði versonur amerikanska forsetans, eins og hann hevur virkað sum serligur sendimaður hjá forsetanum.

Jared Kushner er giftur Ivanku Trump, og hann hevur áður starvast sum ráðgevi í Hvítu Húsunum í forsetaskeiðunum hjá verfaðirinum.

Reuters veit at siga, at samrøðurnar, sum vóru í Hvítu Húsunum, geva vónir um fundin millum umboð fyri Russland, Ukraina og USA í Abu Dabi í næstu viku.

Tað var forsetafrúan, Melania Trump, sum stóð fyri fundinum í Hvítu Húsunum hósdagin millum umboð fyri stríðandi partarnar.

Sagt verður, at Melania Trump bað partarnar um varandi vápnahvíld í Ukraina.

Forsetafrúan handaði eisini umboðunum fyri Russland og Ukraina eitt persónligt bræv, sum skal latast Vladimir Putin og Volodymyr Zelenskyj.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

Í gjár kl. 23:26

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

Í gjár kl. 22:29

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

12 minuttir síðan
Tíðindi

Danska poppdrotningin Medina á OY Voxbotn 2027

25 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum ⛑

27 minuttir síðan
Tíðindi

Vil vita, hvat landskassin fekk burtur úr skerdum frádráttum

29 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Odmar gleðir seg til avgerandi Nations League dystirnar

52 minuttir síðan
Tíðindi

Rúsviðgerðin røkkur ikki øllum

1 tími síðan
Tíðindi

European Cup: Veddingarfyritøkurnar trúgva ikki upp á VÍF

1 tími síðan
Tíðindi

Vil kanna metro til útoyggjarnar

2 tímar síðan
Tíðindi

Lýggjasti oktober í 30 ár

2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Fróði vil flyta 170 milli­ón­ir úr fyri­sit­ing til vælferð

3 tímar síðan
Tíðindi

Í dag er aftur J-dagur

4 tímar síðan
Tíðindi

Runavíkar kommuna væntar 22,5 milliónir í avlopi næsta ár

4 tímar síðan