Hvussu nógv hevur landskassin í veruleikanum fingið burtur úr broytingunum í fiskimannafrádráttinum, uttanlandsfrádráttinum og samdøgursfrádráttinum?
Tað vil Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður, hava at vita frá Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.
Í einum skrivligum fyrispurningi, dagfestum 4. november, biður hann um eina uppgerð, sum vísir, hvussu veruligu meirinntøkurnar samsvara við upprunaligu metingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum.
Í viðmerkingunum vísir hann á, at broytingar vórðu gjørdar í fleiri frádráttum í sambandi við skattaumskipanina í 2024 og 2025. Harumframt varð frádrátturin í § 154b fyri sosiala trygd uttanlands avtikin. Hetta skuldi millum annað vera við til at fíggja skattalættan.
Sambært einari meting frá Fíggjarmálaráðnum til Fíggjarnevndina í november 2023 skuldu broytingarnar samanlagt geva 18 milliónir krónur í meirinntøkum í 2024 og 22 milliónir í 2025. Av hesum skuldu ávikavist 14 og 20 milliónir krónur falla landskassanum í lut, stendur í fyrispurninginum.
Sámal Petur í Grund vil nú hava staðfest, í hvønn mun hesar metingar hildu.
Hann biður um, at tølini verða býtt upp á hvønn frádrátt sær. Eisini vil hann vita, hvussu stórar árligu skattainntøkurnar hjá landskassanum vóru frá fólki, sum nýttu fiskimannafrádrátt, uttanlandsfrádrátt og samdøgursfrádrátt, í árunum 2010 til 2025.
Fyrispurningurin snýr seg eisini um inntøkurnar komandi árini. Løgtingsmaðurin biður landsstýrismannin meta um, hvussu nógv broytingarnar fara at geva landskassanum í 2026, 2027 og 2028.
Í hesum sambandi vísir hann á, at ætlanirnar um framhaldandi minking og endaliga avtøku av uttanlandsfrádráttinum og samdøgursfrádráttinum í 2027 og 2028 vórðu sleptar undir viðgerðini í Fíggjarnevndini.
Sambært viðmerkingunum varð tá mett, at hetta hevði við sær eina írestandi fígging á umleið átta milliónir krónur í hvørjum av árunum 2027 og 2028.
At enda spyr Sámal Petur í Grund, hvør fíggjarliga ávirkanin á landskassan hevði verið, um fiskimannafrádrátturin, uttanlandsfrádrátturin og samdøgursfrádrátturin vórðu javnaðir eftir prí Pro talinum í staðin fyri at verða minkaðir ella frystir.
Hann vil eisini hava landsstýrismannin at svara, um ein slík javning hevði verið eitt hóskandi tiltak.