info
Ongi úrslit

Lýggjasti oktober í 30 ár

Veðurstovan tekur samanum veðrið í oktober

Nanný J. Toftegaard
6. november 2026 kl. 13:30

Veðurstovan skrivar, at sama veðurmynstur var næstan alla tíðina, og veðrið var umleypandi. Evropa lág undir einum hátrýsti, serliga eystari parturin, og lágtrýstini gingu annaðhvørt beint á okkum ella fóru eysturvið eitt sindur norðan- ella sunnanfyri.

Lágtrýstini tóku seg í høvuðsheitum upp í tveimum støðum – eitt sindur útfyri eysturstrondini í USA, ella vestan fyri Kappan – millum Grønland og Labrador. Haðani gingu tey eystureftir ímóti Føroyum ella í landnyrðing ígjøgnum Grønlandsfjørðin.

Nøkur lágtrýst tóku seg upp yvir miðjum Norðuratlantshavi og gingu ímóti Vesturevropa.

Jettsreymarnir í erva, sum stýra lágtrýstunum onkran vegin eystureftir, hava verið harðir allan oktobur mánað, og teir hava gjørt sítt til, at lágtrýstini hava verið djúp. Í septembur vóru tvey lágtrýst, sum dýptust meiri enn 24 hPa í 24 tímar – atmosferiskar bumbur – og í oktobur var aftur ein. 

Samanumtikið fyri veðrið í oktobur í ár gingu lágtrýst eftir lágtrýst beint á okkum við vindi og regni, og ímillum tey legði ein hátrýstryggur seg við góðum veðri. Illsligt veður viðhvørt, og mikudagin 14. oktobur var stormur í miðalvindi. Nógvir skaðar vóru bæði av vindi og vatni.

Hitin

Miðalhitin var 9,1 stig – mesti og minst máldi hiti vóru 14,4  og 2,8 stig, ávikavist. Miðalhitin í oktobur tey seinastu 30 árini er 8 stig, so oktobur í ár var meiri enn eitt stig lýggjari enn miðal.

Frá 1905 og fram til 1966 vaks miðalhitin fyri oktobur 1,4 stig – úr 6,7 stigum upp í 8,1 stig. Eftir tað minkaði miðalhitin fram til 1998, tá ið hann var komin niður í 7,4 stig. Síðan tá er hann hækkaður aftur og er nú 8 stig, sum nevnt er omanfyri.

Hitametið fyri oktobur síðan 1905 er frá 1908: 9,8 stig. Í 1959 var næstan líka lýtt: 9,7 stig.  

Nú vit eru í hagtølunum, kunnu vit taka við, at kaldastu oktobur mánaðirnir síðan 1875 vóru í 1917 og 1926. Bæði árini var miðalhitin 4,3 stig. Síðan 1982 er miðalhitin ongantíð verið minni enn 6 stig.

Avfall

Tað regnaði í 26 dagar í oktobur, tilsamans 131 mm. Hetta er sindur minni enn miðaltalið fyri tey seinastu 30 árini, sum er 139 mm. Oktobur er tann vátasti mánaðurin, og tølini fyri avfall sveggja nokkso nógv.  

Fara vit heilt aftur til 1875 at leita eftir turrasta oktoburmánað, var hann fyri bert trimum árum síðan, í 2023. Tá komu bert 20 mm av regni niður. Tann vátasti var í 1957: 325 mm! – og tað er næstan 2½ ferð meira enn í ár.




Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

Í gjár kl. 23:26

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

Í gjár kl. 22:29

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

10 minuttir síðan
Tíðindi

Danska poppdrotningin Medina á OY Voxbotn 2027

23 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum ⛑

25 minuttir síðan
Tíðindi

Vil vita, hvat landskassin fekk burtur úr skerdum frádráttum

27 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Odmar gleðir seg til avgerandi Nations League dystirnar

50 minuttir síðan
Tíðindi

Rúsviðgerðin røkkur ikki øllum

1 tími síðan
Tíðindi

European Cup: Veddingarfyritøkurnar trúgva ikki upp á VÍF

1 tími síðan
Tíðindi

Vil kanna metro til útoyggjarnar

1 tími síðan
Tíðindi

Góðar Ukraina-samrøður fyri fundin í Abu Dabi

2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Fróði vil flyta 170 milli­ón­ir úr fyri­sit­ing til vælferð

3 tímar síðan
Tíðindi

Í dag er aftur J-dagur

4 tímar síðan
Tíðindi

Runavíkar kommuna væntar 22,5 milliónir í avlopi næsta ár

4 tímar síðan