info
Ongi úrslit

Danska poppdrotningin Medina á OY Voxbotn 2027

Medina er fyrsta navnið, ið vit kunngera til OY Voxbotn 2027. Danska poppdrotningin leggur upp til felagssang og dans í Vágsbotni 26. juni við stóru og kendu poppløgum sínum.

Eirikur Lindenskov
6. november 2026 kl. 15:47

Tíðindaskriv:

Við síni eyðkendu rødd og hittum sum Kun for mig, Velkommen til Medina, Vi To, Ensom, For Altid og Synd for dig, hevur Medina í skjótt tvey áratíggju verið eitt av stóru nøvnunum í donskum popptónleiki.

Tónleikur hennara samantvinnar kenslubornar tekstir við elektroniskar rútmur og fangandi løgum. Sangir um kærleika, hjartasorg og lívið, hava vunnið henni trúfastar fjepparar tvørtur um ættarlið og eru vorðnir fastur táttur á dansigólvum og til felagssang. 

Framvegis frammi við nýggjum tónleiki

Medina heldur fram við at endurnýggja seg. Fyrr í ár gjørdi hon, saman við Burhan G aftur eitt lag, ið kallast Gemt dit nummer, heili 16 ár eftir at tey hittaðu við Mest ondt. Í ár fekk hon eisini heiðurin, at enda Fredagsrock í Tivoli – enn eitt dømi um hennara sterku støðu á danska tónleikapallinum.

Á OY Voxbotn 2027 fær føroyska áskoðarafjøldin høvið, at uppliva Medina undir opnum himli í Vágsbotni. Við stórum hittum og nýggjum tónleiki, er lagt upp til eina lívliga poppveitslu við rúmi fyri bæði stórum kenslum og dansi á Vágsbotni.

Hetta vilt tú ikki missa, tí hetta verður ársins veitsla 26.juni í Vágsbotni.

Atgongumerki til OY Voxbotn 2027 fáast fyri bert 795 kr. í SMS, Magn við Ringvegin, Magn í Klaksvík og á ebillett.fo.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

Í gjár kl. 23:26

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

Í gjár kl. 22:29

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Universi­tets­sjúkra­hús á papp­ír­i­num, men hvar eru íløgur­nar?

22 minuttir síðan
Tíðindi

Tummas Láadal 35 ára starvsdag á Hotel Føroyum

31 minuttir síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

58 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum ⛑

1 tími síðan
Tíðindi

Vil vita, hvat landskassin fekk burtur úr skerdum frádráttum

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Odmar gleðir seg til avgerandi Nations League dystirnar

1 tími síðan
Tíðindi

Rúsviðgerðin røkkur ikki øllum

2 tímar síðan
Tíðindi

European Cup: Veddingarfyritøkurnar trúgva ikki upp á VÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil kanna metro til útoyggjarnar

2 tímar síðan
Tíðindi

Lýggjasti oktober í 30 ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Góðar Ukraina-samrøður fyri fundin í Abu Dabi

3 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Fróði vil flyta 170 milli­ón­ir úr fyri­sit­ing til vælferð

4 tímar síðan