Fólk við samansettum sálarligum, sosialum og rúsevnistrupulleikum hava tørv á einum viðgerðartilboði, sum í størri mun tekur hædd fyri teirra støðu.
Tað kemur fram í svarinum hjá Eydis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu, upp á ein fyrispurning frá Magna Højgaard, løgtingsmanni, um rúsviðgerð í Føroyum.
Í svarinum, sum er dagfest 5. november, verður víst til eina endurskoðan frá 2025 av RÓWT og tænastum til ung við samansettum og umfatandi sálarligum, sosialum og rúsevnistrupulleikum.
Har vísa royndirnar frá RÓWT, at verandi rúsviðgerðartilboð ikki rúma hesum persónum í nøktandi mun. Tørvur er tí á at styrkja tilboðini til fólk við dupultdiagnosum ella at skipa viðgerðina á annan hátt.
Í Føroyum eru tríggir viðgerðarstovnar, sum veita rúsviðgerð: Blákrossheimið, Heilbrigdi og Viðgerðarstovnurin Frælsi.
Undir verandi skipan fer psykiatrisk viðgerð í høvuðsheitum fram á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, meðan rúsviðgerðarstovnarnir veita viðgerð fyri rúsnýtsluórógv. Í ávísum førum kunnu fólk, sum eru serliga illa fyri, koma til avrúsing á Psykiatriska deplinum og síðani fara í samdøgursviðgerð á einum rúsviðgerðarstovni.
Landsstýriskvinnan hevur sett ein tvørfakligan arbeiðsbólk at lýsa, hvussu eitt rúsviðgerðartilboð til fólk við umfatandi og samansettum trupulleikum kann skipast.
Arbeiðsbólkurin skal millum annað lýsa innihald og viðgerðarhættir og meta um, hvørt verandi tilboð kunnu víðkast ella umskipast. Eisini skal bólkurin kanna, um viðgerðin til málbólkin kann skipast á annan hátt.
Tá ið tilmælið er handað landsstýriskvinnuni, verður politisk støða tikin til, hvussu tilboðini skulu skipast framyvir. Í svarinum verður eingin tíðarfreist nevnd fyri arbeiðinum.
Magni Højgaard spurdi eisini, um landsstýrið hevur kannað møguleikan fyri almennari avrúsing. Í hesum sambandi vísir landsstýriskvinnan til arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum.
Harumframt spurdi løgtingsmaðurin um heimildirnar at veita substitutiónsviðgerð til fólk við meira samansettum avbjóðingum.
Sambært svarinum er heimild at veita slíka viðgerð í Føroyum. Hvørjar reglur eru galdandi, veldst tó millum annað um, hvar viðgerðin verður skipað.
Verður tilboðið skipað uttan fyri Sjúkrahúsverkið, er neyðugt at meta nærri um lógarheimildina at skipa og fíggja tað, sigur landsstýriskvinnan.