info
Ongi úrslit

Dan hevur takið á Víkingi

Valarijs Sabala var tvífaldur málskjútti, tá ið B36 vendi gongdini og fyri aðru ferð í ár vann ímóti Víkingi

Jóannes Hansen
4. juni 2023 kl. 17:29

Síðani Dan Brimsvík varð venjari hjá B36 hevur aftur og aftur verið víst á, at tað ikki er eydnast honum at vinna fulla úrtøku ímóti teimum stóru – KÍ, HB og Víkingi.

Í fyrsta umfari vann B36 3-0 á útivølli ímóti Víkingi. Í vikuni skrivaðu B36 og Dan Brimsvík undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi fyri 2024 og 2025, og í dag fagnaðu B36 og venjarin samstarvinum við 2-1 heimasigri ímóti Víkingi.

Stóri maðurin hjá B36 í dag var álopsspælarin Valarijs Sabala, sum var tvífaldur málskjútti.

Sera eyðsýndi miðvallarin Géza Dávid Turi legði Víking á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Hann spældi eitt tvey og sneiddi seg leysan, áðrenn hann av brotsteigarmarkinum og mitt fyri smekkaði til. Bólturin tók í ein av heimamonnunum og fór í málið aftanfyri Mattias Lamhauge, sum av sonnum vísti landsliðsstøði í B36 málinum.

Víkingur hevði betri tak í spælinum fyrsta hálva tíman. So fótaði B36 sær, og í 33. minutti javnaði B36. Jann J. Benjaminsen legði við frísparki úr høgru bóltin til handara stólpa, har Michal Przybylski við høvdinum stýrdi bóltin yvir ímóti hinum stólpanum, og har vísti Valarijs Sabala tað máltevið, sum tað í B36 varð vónað, tá ið sáttmáli varð undirskrivaður við fyrrverandi letlendska landsliðsspælaran.

Í seinna hálvleiki vóru tað spentar støður í báðum brotsteigunum. Víkingarnir hava havt ilt við at skora mál, og soleiðis var tað eisini í dag. Sølvi Vatnhamar var ikki í uppløgdum støðum, og Poul Kallsberg og innskifti Martin Klein Joensen megnaðu tað heldur ikki.

Eitt korter undan leikloki var Valarijs Sabala aftur upp á spæl. Hannes Agnarsson sneidi seg leysan á  baklinjuni í høgru, og so rann Valarijs Sabala framum verjuni og setti bóltin í málið.

Valarijs Sabala hevur nú skorað fimm mál, og er toppskjútti saman við Bjarka C. Nielsen og Michal Przybylski.

B36 hevur 30 stig fyri 13 dystir, og Víkingur hevur 21 stig fyri 13 dystir.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

8 minuttir síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

14 minuttir síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

48 minuttir síðan
Tíðindi

Fimm starvsdagar á Býarbókasavninum í Havn

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: GOG vann greiðan sigur á Kristianstad (Champions League)

1 tími síðan
Tíðindi

Nýtt frá Rana: Vit hava gingið

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tá pengar tryggja politiskt vald

2 tímar síðan
Tíðindi

Almennur fyrilestur: Málførleikar, integratión og avleiðingar av málroyndum

2 tímar síðan
Tíðindi

Aloma Davidsen in memoriam

3 tímar síðan
Tíðindi

– Hetta gevur okkum orku at gera meira

3 tímar síðan
Tíðindi

Einmælt býráð mótmælir

3 tímar síðan
Tíðindi

Barnaútvarpið innstillað til altjóða virðisløn

4 tímar síðan