Sambært strategiini hjá Sjúkrahúsverkinum skal universitetssjúkrahúsið byggjast á gransking, útbúgving og akademiska menning. Málið er millum annað at styrkja granskingina, menna akademiskar starvsleiðir og skapa karmar fyri, at 1% av rakstrarjáttanini fer til gransking.
Kortini er trupult at fáa eyga á tær fíggjarligu raðfestingarnar, sum skulu gera hesar ambitiónir til veruleika. Tað er ógreitt, hvussu ætlanirnar um økta gransking, ph.d.-virksemi og aðra akademiska menning skulu fremjast.
Verður universitetssjúkrahúsið veruliga ein politisk raðfesting, eigur tað eisini at síggjast aftur á fíggjarlógini. Tað er trupult at síggja, hvussu fíggjarlógaruppskotið skal lyfta tær ambitiónir, sum landsstýrið sjálvt hevur sett fram. Um ætlanin framvegis er at menna Sjúkrahúsverkið til eitt universitetssjúkrahús, hevði verið natúrligt at sæð hesar raðfestingar aftur í fíggjarlógaruppskotinum. Um ikki, eigur landsstýrið at greiða frá, hvør visiónin fyri føroyska sjúkrahúsverkið er.
Læknafelag Føroya heitir tí á landsstýrið um at greiða frá, hvussu ætlanin um eitt føroyskt universitetssjúkrahús skal gerast til veruleika, og hvørjar ítøkiligar fíggjarligar raðfestingar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 skulu tryggja menningina av gransking, akademiskum størvum og útbúgving á føroysku sjúkrahúsunum.
Ambitiónirnar eru stórar. Nú mugu íløgurnar fylgja við.
Ragnar Djurhuus Hammer
Formaður í Læknafelag Føroya
Vegna Serlæknafelag Føroya, Yngri Læknar Føroyar og Kommunulæknafelag Føroya.