info
Ongi úrslit

WorldSkills í Shanghai - eitt stig á leiðini

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, hevur verið í Shanghai í Kina sum alment umboð fyri Føroyar á stóra altjóða yrkisførleikatiltakinum WorldSkills. Saman við Skills Føroyum var landsstýrismaðurin við til at varpa ljós á føroyskar yrkisútbúgvingar og bera fram ynskið um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í WorldSkills International.

Eirikur Lindenskov
27. september 2026 kl. 19:06

Metamálaráðið skrivar:

Á ferðini luttók landsstýrismaðurin á WorldSkills-ráðstevnuni og á ráðharrafundi saman við útbúgvingarmálaráðharrum og øðrum umboðum úr limalondunum. Á skránni var, hvussu yrkisútbúgvingar kunnu mennast í samspæli millum skúlar, vinnulív og myndugleikar, og hvussu altjóða samstarv kann geva ungum betri møguleikar at menna førleikar sínar.

Bárður á LakjuniÍ røðu síni legði Bárður á Lakjuni dent á týdningin av faklærdari arbeiðsmegi í einum lítlum samfelagi sum tí føroyska. Hann vísti á, at ung úr smáum og fjarskotnum londum eisini eiga at fáa møguleika at royna seg millum tey bestu í heiminum, læra av øðrum og taka nýggja vitan við sær heim.

WorldSkills International er ein altjóða felagsskapur, sum arbeiðir fyri at menna yrkisførleikar og styrkja støðuna hjá yrkisútbúgvingum. Felagsskapurin savnar lands- og økisfelagsskapir, sum samstarva við yrkisskúlar, vinnulív og myndugleikar. Ein týðandi partur av virkseminum er heimsmeistarakappingin í yrkisførleikum, har ung faklærd og lærlingar kappast innan nógv ymisk yrki. Samstundis er WorldSkills ein pallur fyri fakligt samstarv og vitanardeiling.

World Skills 2026

World Skills 2026

Skills Føroyar er skipað sum eitt samstarv millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, yrkisskúlarnar og aðrar samstarvspartar. Endamálið er millum annað at skipa líknandi kappingar í Føroyum og gera yrkisútbúgvingarnar sjónligari og meira áhugaverdar hjá ungum. Málið er, at Føroyar gerast fullgildigur, sjálvstøðugur limur í WorldSkills International.

Í Shanghai hitti føroyska sendinevndin umboð fyri WorldSkills China, sum vístu stóran áhuga fyri Føroyum. Fundurin gav høvi at kunna um føroyskar yrkisútbúgvingar og knýta sambond við kinesisku vertirnar. Fundur var eisini við leiðsluna í WorldSkills International, har ynskið um sjálvstøðugan føroyskan limaskap varð borið fram. Við sær hevði sendinevndin eina skrivliga váttan frá danska Undirvísingarmálaráðnum, sum stuðlaði føroysku umsóknini. Váttanin staðfestir, at útbúgving er føroyskt málsøki, at føroyska yrkisútbúgvingarskipanin er sjálvstøðug mótvegis teirri donsku, og at Danmark einki hevur ímóti sjálvstøðugum føroyskum limaskapi. Hóast henda stuðul rendu Føroyar seg aftur í kenda múrin. Á fundinum var boðskapurin frá leiðsluni, at einans fullveldisríki, sum eru á limaskránni hjá ST, kunnu gerast nýggir limir í WorldSkills International. Hetta er sama grundleggjandi forðing, sum Føroyar møta í arbeiðinum fyri sjálvstøðugari luttøku í Olympisku leikunum.

Hóast málið um limaskap ikki varð rokkið hesa ferð, var ferðin væleydnað. Føroyska ynskið varð lagt beinleiðis fram fyri leiðsluna, sambond vórðu knýtt, og Føroyar vóru sjónligar í altjóða samstarvinum um yrkisútbúgvingar. Vitjanin var sostatt eitt stig á leiðini í arbeiðinum fyri at geva føroyskum ungum atgongd til altjóða yrkisførleikakappingar undir egnum flaggi.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

Í gjár kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggju el­rusk­bil­ar­nir fara til verka í vikuni

28 minuttir síðan
Hondbóltur

Hannover-Burgdorf er nú fjórðfremst í Bundesliguni

38 minuttir síðan
Tíðindi

Javnleikur móti Kosovo

1 tími síðan
Hondbóltur

HM fyri felagslið: Füchse Berlin tapti fyri Veszprem

1 tími síðan
Hondbóltur

Myndir: H71-Kyndil 34-28 (16-16)

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: H71 vann grannauppgerðina - EB vann á StÍF

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyar brenna olju – vinnan vil framleiða sjálv

2 tímar síðan
Tíðindi

Ovara endaspælið: KÍ hevur nú tríggjar FM-matchbóltar

2 tímar síðan
Hondbóltur

Sigrar til Vendsyssel og HØJ

3 tímar síðan
Tíðindi

Fimm hand­tikn­ir nær­indis amerik­ansk­ari her­støð í Bretlandi

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit skulu ikki elta Evropa út av eggini

3 tímar síðan
Fótbóltur

Uttan Geza tapti Grimsby Town fyrsta dystin í kappingini

4 tímar síðan