Løgreglan er komin longri í kanningunum av innbrotinum í Á-handilin við Landavegin í Havn.
Kanningararbeiðið førdi løgregluna fram á ein persón, og síðani kom hol á málið. Tað førdi til, at fleiri fólk vórðu handtikin í sambandi við innbrotið, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.
Sambært løgregluni eru nøkur teirra latin leys aftur, meðan onnur framvegis eru í varðveitslu hjá løgregluni. Kanningarnar halda fram.
Innbrotið varð framt mánanáttina. Ein rútur varð brotin, og tjóvurin ella tjóvarnir komu tann vegin inn í skrivstovuhølini í bygninginum. Har varð eitt pengaskáp brotið upp, og ein størri upphædd í reiðum peningi varð stolin. Løgreglan hevur ikki viljað upplýst, hvussu stór upphæddin var.
Týsdagin heitti løgreglan á almenningin um hjálp og bað fólk, sum høvdu sæð ella hoyrt okkurt óvanligt í økinum, um at seta seg í samband við løgregluna. Fleiri fólk vendu sær síðani til løgregluna við upplýsingum. Mikumorgunin var málið tó framvegis ikki uppklárað.
Nú hevur kanningararbeiðið sostatt ført til fleiri handtøkur.