info
Ongi úrslit

Nýggju el­rusk­bil­ar­nir fara til verka í vikuni

Nú standa nýggju elriknu ruskbilarnir klárir í Havn. Frá 1. oktober verður ruskinnsavningin í Tórshavnar kommunu gjørd við nýggjum elbilum.

Eirikur Lindenskov
27. september 2026 kl. 19:15

Tey, sum hava koyrt framvið Kommunalu Brennistøðini, hava kanska lagt merki til nakrar stórar, hvítar ruskbilar, sum standa uttan fyri hjá Gervi hinumegin vegin.

Á bilunum stendur bæði »ELECTRIC« og »100% EL«, og teir eru merktir við búmerkinum hjá Kommunalu Brennistøðini.

Bilarnir eru partur av nýggja sáttmálanum um ruskinnsavning í Tórshavnar kommunu, sum kemur í gildi 1. oktober.

Tórshavnar kommuna skrivaði í september í fjør undir 12 ára sáttmála við Landleiðina um ruskinnsavningina. Í sambandi við nýggja sáttmálan skuldi Landleiðin keypa sjey nýggjar ruskbilar, og allir eru elriknir.Kommunan legði í útboðnum stóran dent á, at ruskinnsavningin skuldi gerast grønari. Við elbilunum verður minni óljóð og eingin beinleiðis útlátsdálking frá motorunum, tá bilarnir koyra millum húsini.

Tá sáttmálin varð undirskrivaður, segði Elsa Berg, borgarstjóri, at hetta var eitt av fyrstu stigunum hjá kommununi at flyta tungu ferðsluna yvir á varandi orku.

Nýggi sáttmálin kostar 13.598.124 krónur um árið uttan meirvirðisgjald. Tað er umleið 1,75 milliónir krónur meira um árið enn verandi ruskinnsavning.

Nú eru í øllum førum nakrir av nýggju bilunum komnir til Havnar og standa klárir. Á myndunum síggjast tveir nýggir Iveco-ruskbilar við føroysku nummarspjøldrunum NA 023 og AR 813.

Frá hósdegnum 1. oktober fara teir eftir ætlan út á vegirnar at savna ruskið hjá havnarborgarum.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

Í gjár kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Moldova fyri Slovakia

4 minuttir síðan
Tíðindi

WorldSkills í Shanghai - eitt stig á leiðini

53 minuttir síðan
Hondbóltur

Hannover-Burgdorf er nú fjórðfremst í Bundesliguni

54 minuttir síðan
Tíðindi

Javnleikur móti Kosovo

1 tími síðan
Hondbóltur

HM fyri felagslið: Füchse Berlin tapti fyri Veszprem

1 tími síðan
Hondbóltur

Myndir: H71-Kyndil 34-28 (16-16)

2 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: H71 vann grannauppgerðina - EB vann á StÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar brenna olju – vinnan vil framleiða sjálv

2 tímar síðan
Tíðindi

Ovara endaspælið: KÍ hevur nú tríggjar FM-matchbóltar

2 tímar síðan
Hondbóltur

Sigrar til Vendsyssel og HØJ

3 tímar síðan
Tíðindi

Fimm hand­tikn­ir nær­indis amerik­ansk­ari her­støð í Bretlandi

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit skulu ikki elta Evropa út av eggini

4 tímar síðan