Seinnapartin spældi liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf dyst á heimavølli í týsku Bundesliguni.
Í ZAG Arena eydnaðist tað Hannover at vinna 36-28 á Göppingen. Í steðginum var heimaliðið á odda 18-15.
Vilhelm skoraði eitt mál upp á fýra málroyndir, og hann legði eisini upp til eitt mál.
Hannover-Burgdorf er fjórðfremst í deildini við níggju stigum. Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel og Flensburg-Handewitt eru fremst við 11 stigum hvør.
Komandi leygarkvøld klokkan 19 spælir Hannover-Burgdorf dyst á útivølli móti Melsungen.