info
Ongi úrslit

Effo framleiðir nú vindorku

info
Danjal av Rana
16. august 2018 kl. 15:19
Effo hevur í dag keypt helvtina av felagnum Vindrøkt hjá Jóhan í Niðristovu. - Hetta merkir, at Effo frá í dag framleiðir grøna orku, sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo og sipar til vindmyllurnar hjá Vindrøkt í Vestmanna.   - Effo hevur nú veitt orku til føroyingar í nærum 100 ár. Nú er tíðin komin at taka eitt fet fram á grønari leið. Soleiðis sæð er hetta fyrsta fetið hjá okkum burtur frá oljuni sigur hann og vísir á, at Føroya Landsstýrið hevur sum mál, at øll orkunýtsla á landi skal vera grøn longu í 2030.   Hann sigur, at Effo hevur hækkað partapeningin í Vindrøkt við 2,2 milliónum krónum.

 

2,2 milliónir krónur røkka tó ikki langt tá vindmyllulundir og annað skulu útbyggjast. Janus Thomsen sigur tó, at hann væntar ikki, at at tak verður nakar trupulleiki at fáa fígging til ætlaðu útbyggingarnar hjá Vindrøkt.

- Vit hava hugt eftir teimum verkætlanunum, sum Vindrøkt hevur arbeitt við og vænta, at tað fer at bera til at finna fígging til hesar, sigur Janus Thomsen.

 

- Grøni spírin í felagnum er nú vorðin eitt sindur størri, og tað fegnast vit um, sigur stjórin.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

14 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tey rokast í Skúgvi í dag

30. oktober kl. 16:05

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Beiskt tap hjá føroyingaliðnum í Noregi

34 minuttir síðan
Hondbóltur

Magnus Árason var toppskjútti í útisigri hjá Mors-Thy

1 tími síðan
Tíðindi

Orkuískoyti, pen­sjón­ir og til­búgv­ing á skránni á tingi

1 tími síðan
Hondbóltur

Rói var millum toppskjúttarnar í teprum sigri hjá Aarhus

1 tími síðan
Tíðindi

Risastór makrelstyrja endaði í alinót hjá Mowi í Noregi

1 tími síðan
Hondbóltur

Landsliðsliðskiparin slapp upp í part tá CSM Bukarest tók oddasessin

2 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli var fyri fyrsta tapinum í bestu svensku hondbóltsdeildini

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fjórða dystin á rað fekk Hellas Verona úrtøku

3 tímar síðan
Hondbóltur

Füchse Berlin vendi 10-16 í steðginum til 32-29 sigur

3 tímar síðan
Tíðindi

Tveir Dan Sulli­van stilla upp í Al­aska – dóm­ari vís­ir sak­ frá sær

3 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

3 tímar síðan
Fótbóltur

Í annaðkvøld kann Stabæk senda Strømsgodset upp í bestu norsku fótbóltsdeildina

4 tímar síðan