Seinasta samdøgrið er ymiskt hent í krígnum millum Russland og Ukraina, og eitt nú verður sagt, at trý sivilfólk eru dripin í russiskum álopi á ukrainska svartahavsbýin, Odessa.
Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga fyrrapartin.
Eini onnur tíðindi eru, at eldur er í einum russiskum oljureinsiverki í russiska býnum, Kirisji, sum liggur í Sankta Pætursborg-regiónini, sí omanfyri.
Russiski guvernørurin í økinum, Aleksandr Drozdenko, sigur, at eldur kom í oljureinsiverkið eftir eitt ukrainskt dropnuálop, og eitt sivilfólk læt lív.
Guvernørurin sigur, at 81 ukrainskar dronur eru skotnar niður í økinum.
Maðurin á myndini er Aleksandr Drozdenko
Tíðindastovan NTB veit at siga, at økið kring Sankta Pætursborg eitt nú hýsir útflutningshavnum fyri korni og olju, og her er eisini eitt stórt oljureinsiverk.
Í nátt hevur Russland eisini lopið á trý orkuverk í Ukraina, eins og eitt farmaskip í Svartahavinum sambært russiskum myndugleikum eisini er álopið.
Tíðindini um álopið á farmaskipið er tó ikki váttað av óheftum keldum, verður lagt aftrat.