info
Ongi úrslit

Talvudagur til frama fyri sunnudagsskúlan

Í hesum døgum verður Talvudagur hildin í fleiri kirkjum kring landið til frama fyri sunnudagsskúlan hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Í summum kirkjum var talan um síðsta sunnudag, meðan aðrar kirkjur hava talvudag hetta vikuskifti.

Eirikur Lindenskov
4. oktober 2026 kl. 07:51

Sunnudagsskúlin virkar runt alt landi. Nógv eru børnini, sum trúliga møta upp, viku eftir viku, at hoyra bíbilsøgu, at syngja saman og til hugnaligan felagsskap.

Umframt sunnudagsskúlaarbeiðini kring landið eru fleiri summarlegur í Nesvík og aðrastaðni hvørt summar. Fleiri hundrað børn leita sær hvørt ár á legu, har tey eru til bíbliutímar, stuttleika sær úti og inni við at gera ítriv, spæla, ítrótt, syngja og mangt mangt annað. Seinastu árini er undirtøkan vaksin støðugt. Umframt summarlegurnar eru onnur tiltøk, millum annað vælumtókti sangfagnaðurin, sum er í heystferiuni.

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur starvsfólk, hvørs uppgáva er at samskipa leguvirksemi og stuðla arbeiðinum og hjálpa sunnudagsskúlunum kring landið millum annað við frálærutilfari, ráðgeving og menning av sunnudagsskúlaleiðarunum. Harafturat gjørdist Spírar partur av barnaarbeiðinum hjá Heimamissiónini á nýggjárinum í ár.

Arbeiðið hjá Sunnudagsskúlanum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verður í stóran mun fíggjað við gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.

– Vit eru takksom fyri øll, sum bera sunnudagsskúlan fram í bøn, tænastu og við fíggjarligum stuðli. Okkara ynski er, at børn kring alt landið fáa møguleika at hoyra um Jesus og kenna Guds orð, sigur Vivian Ole-Jacobsen, leiðari fyri barna- og familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.
Tey, sum ynskja at geva eina gávu til barnaarbeiðið, kunnu flyta eina upphædd á kontonr. 6460-462.256.3 og viðmerkja ‘talvudagur’. 

Sunnudagsskúlin takkar hjartaliga fyri vælvild frá kirkjuráðum og kirkjufólki og fyri gávuna, sum kemur inn.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

15 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

4 minuttir síðan
Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

21 minuttir síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

49 minuttir síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

1 tími síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

1 tími síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

2 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

3 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

3 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

3 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

4 tímar síðan
Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Bilur rendi á viðfestisvogn á Argjum

5 tímar síðan