info
Ongi úrslit

Ellisakfarið í Sosialinum: Volvo Amazon frá 1966

Hans Pauli Joensen á Argjum eigur ein væl hildn­an Volvo Amazon frá 1966. Hesin hevur eina heilt serliga søgu, tí hetta er ein bilur sum pápi hans­ara Mortan Joensen átti frá 1969 til 1971

Magnus Gunnarsson
28. juni 2025 kl. 11:55

Eftir tað skifti bilurin eigarar fleiri ferðir til hann 14 ár seinni kom fram á bilin í Rituvík og keypti hann.

Fyrsti eigarin av bilinum var Johannes C. Michelsen, van­liga nevndur Lill, sum tá búði við Tinghúsvegin í Havn. Hann var ein av stovnarunum og stjóri í fyritøkuni Demich. Lill keypti bilin tann 6. juni 1966.

Í 1969 keypti Mortan Joensen á Argjum bilin. Hann hevði hann til november 1971, tá Andrias Samuelsen í Hornabø keypti hann. Andrias seldi bilin í 1976 til Bjarna Hansen í Run­a­vík. Mannbjørn F. Poulsen í Saltangará keypti bilin í 1980 og hevði hann til 1985, tá núverandi eigarin Hans Pauli Jo­en­sen, sonur Mortan Joensen sum av fyrstan tíð keypti hann frá upprunaliga eigaranum, keypti bilin.

Søgan er hendan

Hans Pauli hevði í longri tíð roynt at fingið fatur á ein­um Volvo Amazon til at seta í stand.

Hann ynskti at fáa ein Amazon í rímiliga góðum standi, men tað tyktist torført at fáa ein hampuliga góðan bil, hóast roynt eisini var uttanlands.

Ein dagin í 1985 hoyrdist at ein Volvo Amazon hjá Svenn­ing Johannesen í Havn stóð hjá bilasøluni hjá Brøður Pet­er­sen, sum vóru Volvo umboð tá.

Hans Pauli vendi sær til teirra við ynski um at keypa bil­in, men teir ætlaðu at seta hann í stand og at hava hann sum framsýningarbil.

Í hesum viðfangi fekk Hans Pauli meir ella minni av til­vild at vita at, ein hvítur Amazon stóð hjá Bilgarðinum í Ritu­vík. Hann var latin inn í sambandi við keyp av øðrum bili og skuldi verið í góðum standi.

Sama kvøldið fóru brøðurnir Hans Pauli og Dan til Ritu­vík­ar at kanna málið. Tað vísti seg tá, at hetta var júst bil­ur­in, sum pápin Mortan Joensen hevði átt. Tað prógvaði numm­arplátan: Fø 6.810.   

Hans Pauli og Dan gjørdust samdir um, at hetta skuldi vera eitt felags keyp, og at bilurin skuldi setast í stand.

Ein trupulleiki var, at bilurin hevði bert eina numm­ar­plátu. Men eftir tógvið strev eydnaðist at finna hana í kjall­ar­a­num hjá eigaranum.

Hans Pauli og Dan vórðu samdir um, at bilurin skuldi set­ast í stand og koma at síggja út sum hann hevði gjørt upp­run­a­liga við sama liti og vera heilt originalur.

Tá teir keyptu bilin, var hann umbygdur við rally út­sjónd, var lakk­er­aður hvítur við spoilara aftan, sóltaki, fýra toku­lykt­um framman, rally instrumentbretti og rally gearstong.

Eftir at Hans Pauli og Dan høvdu skaffað sær tað sum skuldi til fyri at seta bilin í uppruna stand, byrjaði rest­au­r­er­ing­in á heysti 1993.

Hjálp var fingin til ymiskt sveisiarbeiði og lakk­er­ings­ar­beiði. Serliga torført var at fáa holið til sóltakið burtur. At enda var bilurin rustviðgjørdur, og hann var koyriklárur á vári 1994.   

Í dag eigur Hans Pauli bilin og er við til flaggdagkoyring og onn­ur tiltøk hjá Føroya Ellisakførum.

Hans Pauli og Dan hava altíð verið áhugaðir í bilum, eis­ini gomlum bilum. Teir vóru við til at stovna áhugafelagið Før­oya Ell­is­ak­før í 1992.

Tað var Hans Pauli, ið »smíðaði« orðið »ellisakfør« í sam­bandi við stovnan og navngeving av felagnum í 1992. Orðið var ikki í føroyska málinum frammanundan.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Volvo merki »eg rulli« á látíni

AB Volvo er ein svensk ídnaðarfyritøka, sum framleiðir lastbilar og bussar, entrepenørmaskinur og bátamotorar.

Fyritøkan varð stovnað í 1927 og hevur høvuðssæti í Göteborg. Áður framleiddi Volvo eisini persónbilar og flogmotorar. Volvo merkir "eg rulli" á látíni. Volvo Cars -

sum framleiddi persónbilarnar, varð seld Ford Motor Company i 1999. Síðani 2010 hava persónbilarnir hjá Volvo verið partur av kinesiska fleirtjóða Geely Holding Group.

Volvo Aero – flogmotorarnir, varð seld bretska GKN í 2012.

Fyrsti seriuframleiddi Volvo var á gøtuni 14. apríl í 1927

Tann fyrsti seriuframleiddi bilurin hjá Volvo rullaði av samlibandinjm tann 14. apríl í 1927. Bilurin var ein opin vognur við 4 sylindara motori – harav navnið  ÖV4 (Öppen Vagn). Tann afturlætna sniðið æt PV4 (Person Vagn). ÖV4 fekk nøkur ár seinni eyknevnið »Jakob«. Stóra gjøgnumbrotið fekk Volvo eftir seinna heimsbardaga við persónbilinum Volvo PV 444. Hann var á fyrsta sinni vístur fram í september í 1944. Prísurin var fastsettur til 4.800 svenskar krónur.

Vegna kríggið og vantandi ráevni kom framleiðslan ikki rættiliga í gongd fyrr enn í februar í 1947. Motorurin í PV 444A – B4B – hevði 40 HK (SAE).

2.052 akfør í Føroyum í 1965

Hvussu nógv akfør vóru í Føroyum í 1966, tá dagsins ellisakfar kom á marknaðin, vita vit ikki heilt. Gomlu hagtølini hjá løgregluni, sum tá hevði skrásetingina av akførum, fra sekstiárunum, er uppgjørd fyri fimta hvørt ár. Men árið fyri, í 1965 vóru tilsamans 2.052 akfør í Føroyum sambært hagtølunum. Av teimum vóru 572 vøruø og lastvognar, 563 mortorsúkklur, 521 persónbilar, 337 hýruvognar, 54 bussar, 3 sjúkravognar og 2 brandvognar. Sum sæst so er størsti bólkurin vøru- og lastvognar, og 1965 er fyrsta árið, at persónbilarnir yvirhála hýruvognarnar í tali. Í dag eru 27.729 persónbilar, 4.854 vøru-vognar og 739 lastbilar. Tilsamans eru í dag (1. mars) 42.067 akfør í Føroyum.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

21 tímar síðan

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Leygardagin vera tvær finalur um at sleppa undan at flyta niður

13 minuttir síðan
Fótbóltur

B68 er flutt niður

32 minuttir síðan
Fótbóltur

NSÍ er føroyameistari

48 minuttir síðan
Tíðindi

Lula og Bolsonaro hava báðir greitt atkvøðu

1 tími síðan
Lesarabrøv

Hví gera sum Bartal, tá tú kann gera sum Búi?

1 tími síðan
Tíðindi

Markleys Útbúgving verður í høllini Við Tjarnir

2 tímar síðan
Fótbóltur

Piteå vann á Vittsjö - eru nærri bjargingini nú

3 tímar síðan
Tíðindi

Strømsgodset snávaði í uppflytingarstríðnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Ungdómurin í Vest­manna ger gamla hand­il­in hjá John til ræðslu­hús

4 tímar síðan
Tíðindi

14 grundstykki tøk í Skop­un – prís­ir frá 176.400 krónum

5 tímar síðan
Tíðindi

Illgrunasom russ­isk skip fiska minni – men eru meir til staðar

6 tímar síðan
Tíðindi

Bústaðar­felag til 44 leigu­íbúðir: Fýra at­kvøddu ímóti nevndar­vali

6 tímar síðan