Annar dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í EM-endaspælinum í hondbólti verður móti krútsterka franska landsliðnum.
Dysturin verður leiktur í Katowice í Póllandi, mánakvøldið 7. desember klokkan 19.30.
Hini bæði liðini í innleiðandi EM-bólki E eru Pólland og Ukraina.
Undan EM-endaspælinum fer Frakland at spæla venjingardystir á útivølli móti Týsklandi. Teir vera leiktir 26. november og 28. november.
Franski landsliðsvenjarin, Sébastien Gardillou hevur tikið út 20 leikarar, ið hann fer at testa í báðum venjingardystunum móti Týsklandi. Onkur spælari dettir úr hópinum áðrenn EM-endaspælið byrjar.
Leikararnir spæla við fronskum toppliðum, og við toppliðum í øðrum evropeiskum deildum.
HER er franski hópurin Føroyar møta 7. desember:
Málverjar: Léa FARGUES (Strasbourg ATH) – Laura GLAUSER (CS Rapid București) – Hatadou SAKO (Gyor Audi ETO KC)
Vinstri vengur: Nina DURY (JDA Bourgogne Dijon Handball) – Chloé Valentini (Metz Handball)
Vinstri bakkar: Prunelle KINGUE (ES Besançon) – Clarisse MAIROT (Brest Bretagne Handball) – Méline NOCANDY (Brest Bretagne Handball)
Spælskipari : Léna GRANDVEAU (Metz Handball)
Strikuleikarar: Sarah BOUKTIT (Gyor Audi ETO KC) – Oriane ONDONO (Brest Bretagne Handball) – Lilou PINTAT (Metz Handball)
Verjuleikarar: Déborah LASSOURCE (JDA Bourgogne Dijon Handball)
Miðbakkar: Tamara HORACEK (Brest Bretagne Handball)
Bakkar : Estelle NZE-MINKO (Gyor Audi ETO KC)
Høgri bakkar: Laura SCHNEIDER (Metz Handball) – Grace ZAADI-DEUNA (Cap. SCM Ramnicu Valcea)
Høgri vengur Manon ERRARD (Metz Handball) – Lucie GRANIER (Metz Handball) – Alicia TOUBLANC-NICOLAS (DVSC Debrecen)