Í sambandi við arbeiði at breiðka ein part av Niðara Vegi í Vestmanna verður vegurin stongdur fyri gjøgnumkoyring í tveir dagar í vanligari arbeiðstíð.
Í Vestmanna kommunu siga tey, at stongt verður í dag, hósdagin og í morgin, fríggjadagin, báðar dagarnar frá klokkan 08 til 16.
- Stongdi vegateinurin er niðanfyri húsini hjá Mariu á Heygum. Tað verður tó framvegis møguligt at koyra til kappróðrarneystið og Burn.
Lagt verður aftrat, at meðan arbeiðið fer fram, koyrir bussleiðin eftir Ovara Vegi.