info
Ongi úrslit
© Mandel Ngan/Ritzau Scanpix
Myndatekstur Kinesiski forsetin, Xi Jinping, er vertur fyri fundinum við Vladimir Putin og Donald Trump í Shenzhen.

Putin við Trump og Xi: Sam­starv kann styrkja støðu­fest­ið í heiminum

Leiðararnir í Russlandi, USA og Kina hittust hósdagin í kinesiska býnum Shenzhen. Donald Trump segði, at kríggið í Ukraina var á skránni.

Eirikur Lindenskov
19. november 2026 kl. 09:32

Russland, USA og Kina kunnu styrkja støðufestið í heiminum, um londini samstarva. Tað segði russiski forsetin, Vladimir Putin, á fundinum við amerikanska forsetan, Donald Trump, og kinesiska forsetan, Xi Jinping, skrivar Reuters.

Putin segði, at londini millum annað áttu at umrøða samstarv í ymiskum heimspørtum og trygdina í orkuveitingini.

Trump segði í byrjanini av fundinum, at leiðararnir fóru at umrøða kríggið í Ukraina.

– Vit fara at tosa um kríggið millum Russland og Ukraina. Latið okkum síggja, um vit kunnu fáa nakað at henda, segði Trump.

Framman undan felags fundinum hevði Trump havt fundir við Putin og Xi hvør sær.

Xi Jinping segði, at tað var slóðbrótandi, at leiðararnir í teimum trimum londunum hittust á einum felags fundi fyri fyrstu ferð. Hann vísti á, at øll trý londini hava fast sæti í trygdarráðnum hjá ST, og segði, at tey eiga at samstarva um altjóða avbjóðingar og verja friðin í heiminum.

Parturin av fundinum, sum fjølmiðlarnir høvdu atgongd til, vardi umleið tíggju minuttir.

Sameindu hjá Ukraina hittast í Berlin

Sama dag hittast sameindu hjá Ukraina í týska høvuðsstaðnum Berlin. Har eru amerikansku sendimenninir Jared Kushner og Steve Witkoff eisini við. Teir skulu umrøða kríggið við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, og evropeisku samstarvsfelagarnar.

Kelduupplýsingar frá Ritzau og Reuters.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

23 tímar síðan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

15 tímar síðan

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

19 tímar síðan

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Steingja Niðara Veg fyri gjøgnumkoyring í tveir dagar

31 minuttir síðan
Hondbóltur

EM: Her er franski hópurin Føroyar møta 7. desember

35 minuttir síðan
Tíðindi

Ungdómshús fegnast um padelkvøld í Havn

58 minuttir síðan
Tíðindi

Niels Juel Arge við nýggjum staklagi

1 tími síðan
Tíðindi

Havnin fær 88 milli­ón­ir meira enn vænt­að – nú skulu peng­ar­nir býtast

1 tími síðan
Tíðindi

Stórur skaði av eldinum á Skála

2 tímar síðan
Tíðindi

Russland ætlaði at fremja álop á Pólland úr Kaliningrad

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Füchse Berlin fyri Aalborg

3 tímar síðan
Tíðindi

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

5 tímar síðan
Tíðindi

Krim-brúgvin er aftur álopin

6 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: GOG-Magdeburg beinleiðis á TV3

9 tímar síðan
Tíðindi

Magnus verður venjari

12 tímar síðan