Mánakvøldið hin 16. november var Ungdómshúsið í Sunda kommunu í Havn og spældi padel.
- Ungdómshúsið hevði leigað Padelhøllina og syrgt fyri bussi, sum koyrdi ungdómin fram og aftur.
Í Sunda kommunu siga tey, at hetta gjørdist eitt væleydnað og hugnaligt kvøld, har høvi var at royna eina nýggja ítróttargrein.
- Tað var gott lag og nógvur látur, og øll fingu eina góða og stuttliga uppliving saman.
Við á túrinum hjá Ungdómshúsinum í Sunda kommunu vóru leiðari og nýggja starvsfólkið í Ungdómshúsinum.
