info
Ongi úrslit

Faðirvár fær nýtt orðaljóð á donskum

»Vor Fader« verður til »Vores far« í einari nýggjari royndartýðing, sum danska Bíbliufelagið hevur lagt fram. Týðingin er liður í arbeiðinum við einari nýggjari danskari bíbliutýðing, sum eftir ætlan verður liðug í 2036.

Eirikur Lindenskov
10. november 2026 kl. 09:58

Danska Bíbliufelagið hevur í dag lagt fram eina nýggja royndartýðing av Faðirvár. Hon broytir orðaljóðið í bønini, sum danir hava kent í núverandi líki síðani 1992.

Millum broytingarnar er, at inngangurin »Vor Fader, du som er i himlene!« verður til »Vores far, du som er i himlen!«

Eisini orðingin »forlad os vor skyld, som også vi forlader vore skyldnere« verður broytt til »Tilgiv os vores skyld, ligesom vi tilgiver andres skyld mod os.«

Talan er fyribils um eina royndartýðing. Hon er partur av arbeiðinum fram ímóti einari nýggjari autoriseraðari danskari bíbliutýðing í 2036, skrivar Ritzau.

Nýggja royndartýðingin ljóðar sambært Bíbliufelagnum soleiðis:

Vores far, du som er i himlen!

Lad dit navn være helligt,

dit rige komme,

din vilje ske,

på jorden ligesom i himlen!

Giv os i dag vores daglige brød.

Tilgiv os vores skyld,

ligesom vi tilgiver andres skyld mod os.

Før os ikke ind i fristelse, men fri os fra det onde.

For dit er riget og magten og æren i evighed.

Amen!

Til samanberingar ljóðar útgávan frá 1992 soleiðis:

Vor Fader, du som er i himlene!

Helliget blive dit navn,

komme dit rige,

ske din vilje

som i himlen således også på jorden;

giv os i dag vort daglige brød,

og forlad os vor skyld, som også vi forlader vore skyldnere,

og led os ikke ind i fristelse,

men fri os fra det onde.

For dit er Riget og magten og æren i evighed! Amen.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sjófólk rakt av sjúku kunnu fáa fíggjarligan stuðul

10 minuttir síðan
Tíðindi

Sunnudagin verður marknaðardagur

22 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglufólk úr øllum Danmark verja Zelenskyj

33 minuttir síðan
Tíðindi

Tín jólahjálp í Á verður tvífaldað

49 minuttir síðan
Tíðindi

Útróður á føroyska landgrunninum

1 tími síðan
Tíðindi

Gud gev mær tín frið

1 tími síðan
Tíðindi

Politiið sær ofta tilfar sum er gjørt við vitlíki

1 tími síðan
Tíðindi

Danmark og Noreg við flestum ófaklærdum lærarum

2 tímar síðan
Tíðindi

Ungur bilførari fekk koyriforboð

2 tímar síðan
Tíðindi

Atassut fer úr grønlendska landsstýrinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Eg vil ikki lata Donbas frá mær

3 tímar síðan
Hondbóltur

Jóhan hevur spælt 125 landsdystir

4 tímar síðan