info
Ongi úrslit

Sjófólk rakt av sjúku kunnu fáa fíggjarligan stuðul

- Virksemið hjá hjálpargrunninum hevur øll hesi ár havt stóran týdning fyri tey sjófólk og familjur teirra, sum á ein ella annan hátt hava havt stuðulin fyri neyðini

Vilmund Jacobsen
10. november 2026 kl. 10:02

Stuðulin úr Hjálpargrunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn verður veittur á hvørjum ári til jóla, og ætlar tú tær at søkja hesaferð, skal umsóknin verða grunninum í hendi í seinasta lagi hin 11. desember 2026.

Hetta er ein gamal grunnur, settur á stovn í 1938. Endamálið er at veita sjófólki, sum eru vorðin óarbeiðsfør av sjúku ella skaða á sjónum, stuðul.

- Virksemið hjá grunninum hevur øll hesi ár havt alstóran týdning fyri tey sjófólk og familjur teirra, sum á ein ella annan hátt hava havt henda stuðul fyri neyðini.

Grunnurin hevur eisini sum endamál at veita stuðul til heilsuhjálpandi og fyribyrgandi átøk, sum felagsskapir skipa fyri.

- Harumframt veitir Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn fíggjarligan stuðul til eftirsitandi hjá sjófólki, umframt til arbeiðið ímóti tuberklum ella til annað sjúkufyribyrgjandi- ella sjúkulekjandi arbeiði í Føroyum.

Í stuttum kann sigast, at grunnurin veitir fíggjarligan stuðul til sjófólk, sum eru vorðin óarbeiðsfør av sjúku, og sum ikki kunnu fáa nøktandi fíggjarligan stuðul aðrastaðni.

- Umsóknir, har váttan frá Taks ella lækna vanta, verða ikki tiknar við, eins og persónar, sum eru eldri enn 67 ár, fáa ikki stuðul úr Hjálpargrunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn.

Hevur tú tørv á at søkja um fíggjarligan stuðul, kanst tú eitt nú fara inn á heimasíðuna hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag - www.fsn.fo - og her liggur leinkja, sum vísir tær, hvussu tú kanst søkja.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Faðirvár fær nýtt orðaljóð á donskum

14 minuttir síðan
Tíðindi

Sunnudagin verður marknaðardagur

22 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglufólk úr øllum Danmark verja Zelenskyj

33 minuttir síðan
Tíðindi

Tín jólahjálp í Á verður tvífaldað

49 minuttir síðan
Tíðindi

Útróður á føroyska landgrunninum

1 tími síðan
Tíðindi

Gud gev mær tín frið

1 tími síðan
Tíðindi

Politiið sær ofta tilfar sum er gjørt við vitlíki

1 tími síðan
Tíðindi

Danmark og Noreg við flestum ófaklærdum lærarum

2 tímar síðan
Tíðindi

Ungur bilførari fekk koyriforboð

2 tímar síðan
Tíðindi

Atassut fer úr grønlendska landsstýrinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Eg vil ikki lata Donbas frá mær

3 tímar síðan
Hondbóltur

Jóhan hevur spælt 125 landsdystir

4 tímar síðan