info
Ongi úrslit

Fara at byggja minst ein stovn um árið í nøkur ár

Samgongan ætlar at halda fram við arbeiðnum hjá undanfarnu samgongu

Áki Bertholdsen
4. februar 2023 kl. 12:00

Hesi næstu árini er ætlanin at byggja minst ein stovn um árið til børn og ung við serligum tørvi. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum.

Sólvit E. Nolsø, tingmaður fyri Framsókn, hevur spurt hana, hvussu hon ætlar at nøkta tørvin á sambýlum, bústovnum, umlættingarplássum og frítíðartilboðum til børn, ung og vaksin við serligum tørvi.

Sirið Stenberg sigur, at Almannaverkið hevur lagt ein part av virkseminum um fyri at fleiri børn kunnu fáa frítíðartilboð. Samstundis verður støðugt arbeitt við at finna loysnir, soleiðis at børnini, ið standa á bíðilista, fáa tilboð.

Í fíggjarlógaruppskotinum hjá undandarnu samgongu, sum fall burtur, var ætlanin at hækka játtanina til frítíðartilboð og Sirið Stenberg sigur, at hon heldur fast við hesa hækkingina í uppskotinum til fíggjarlóg fyri í ár, sum verður lagt fyri Løgtingið í næstum.

Tað eru fleiri orsøkir til, at børn standa á bíðilista. Ein orsøk er, at tað er ringt at finna hóskandi høli og tað er eisini trot á arbeiðsmegi, sigur landsstýriskvinnan.

Fyri at gagnnýta starvsfólkaorkuna betur og fyri at styrkja fakligheitina so at tænastan kann verða betri, er í stóran mun neyðugt at byggja størri stovnar, sum tó verða býttir sundur í smærri deildum, alt eftir hvønn teir eru til.

Samstundis eru tey farin undir at leggja eina langtíðarætlan, sum byggir víðari á arbeiðið, ið undanfarna samgonga setti í verk. Í hesum sambandi er ætlanin at leggja eina ætlan fyri hesi næstu tíggju árini við tí endamáli at nøkta tørvin á bústovnum, umlættingarplássum og frítíðartilboðum til fólk við breki.

Ætlanin fevnir um at byggja bústovnar og sambýli, umframt at hava umlættingartilboð og virknistilboð av ymsum slagi, eisini frítíðartilboð. Miðað verður eftir at fara undir minst ein stovn um árið hesi næstu árini og teir skulu byggjast kring alt landið eftir tørvi.

Í løtuni eru tríggir stovnar í gerð í miðstaðarøkinum, ið fara at økja um talið á plássum til búpláss, umlættingarpláss og frítíðartilboð. Tveir av hesum stovnum lata eftir ætlan upp í ár, og tann triði væntandi um ársskiftið.

Almannaverkið hevur gjørt leiguavtalu um ein stovn í Klaksvík, sum letur upp í ár. Í fíggjarlógaruppskotinum, sum verður lagt fyri Løgtingið í næstum, heldur landsstýriskvinnan harumframt fast við ætlanina hjá undanfarnu samgongu um at játta pening til ein stovn í Suðuroy.

Báðir stovnar fara at hava bútilboð og umlætting. Eisini byggir Bústaðir búfelagsskapir til Almannaverkið.

Samstundis sum at arbeitt verður við eini langtíðarætlan, verður støðugt arbeitt við at útvega hóskandi hølir og starvsfólk fyri at kunna veita teimum á bíðilista ta neyðugu tænastuna, sigur Sirið Stenberg.

Tørvurin á frítíðartilboði er ikki tann sami hjá 18 ára gomlum ungum, sum hann er hjá 10 ára gomlum børnum. Tað eru nógv, sum ikki hava tørv einum tilboði hvønn dag og tískil arbeiðir Almannaverkið eisini við klubbtilboðum til ung nøkur kvøld um vikuna.

Høvuðsendamálið er at geva teimum ungu eitt tilboð, sum líkist tí, ið ung fólk annars hava at hava í frítíðini, og at tey eisini gerast partur av einum netverki, sum bæði kann motivera tey og menna tey.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

Í gjár kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Borgarstjórar um­røddu Suður­oyar­tunn­ilin og Smyr­il við løgmanni

41 minuttir síðan
Tíðindi

Bilur fór á glið og rakti mótkoyrandi bil

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggja blaðið er tókt á netinum

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vann THW Kiel seg í steypafjórðingsfinaluna

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Jákup B fegnast um at vera við landsliðnum aftur

8 tímar síðan
Tíðindi

Framgongd er tengd at hvussu USA tosar við Russland

8 tímar síðan
Hondbóltur

St. Gallen vann triðja dystin á rað

9 tímar síðan
Tíðindi

Demokratar vinna senat­ssess í Missi­s­sippi fyri fyrstu ferð í 44 ár

9 tímar síðan
Fótbóltur

Marjus Nón flytur aftur til Skála

9 tímar síðan
Hondbóltur

Erling Erlendsson hevur gjørt sáttmála við HF Karlskrona

10 tímar síðan
Tíðindi

Russiskur diplomatur í USA doyði brádliga í Moskva

10 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: VÍF vann stórsigur á eykaliðnum hjá Kyndli

10 tímar síðan