info
Ongi úrslit

Umhugsa nú um tey skulu gera mun á fólki í kirkjuni

Tað er ikki gamalt at gera mun á fólki í kirkjunu, siga biskupur og dómpróstur, nú landsstýrið mælir til eina skipan við koronu-passi

Áki Bertholdsen
17. november 2021 kl. 15:51

Nú korona er farið at gera um seg, meiri enn nakrantíð, vórðu gudstænastur avlýstar og annað kirkjuligt virksemi, varð eisini avmarkað. Uni Næs, dómpróstur, og Jógvan Fríðriksson, biskupur, halda, at fólkakirkjan eigur at gera alt, ið hon kann, fyri at tálma smittuspjaðingini. Tí mæla teir frá at hava gudstænastur nú sunnudagin 21. november, men ætlanin er at kama við einum nýggjum tilmæli næsta fríggjadag.

Í hesum sambandi vísa teir báðir á, at nýggju tilmælini hjá landsstýrinum um koronu-pass, er ein trupulleiki fyri Fólkakirkjuna, tí tað samsvarar ikki við hugsanina um frælsa atgongd inn í kirkjuna.

– Tað liggur djúpt í siðvenjuni hjá kirkjuni, at øll, uttan undantak, kunnu trína inn um kirkjunnar dyr, siga biskupur og dómpróstur. Í kirkjuni er høgt til loftið og vítt til veggja og kirkjugáttin skal vera lá, so øll kunnu koma inn í kirkjuna, bæði fysiskt, moralskt og etiskt.  At hava eftirlit við kirkjudyrnar er ikki siðvenja í kirkjuni, siga teir báðir.

Tí fara teir at brúka hesa næstu vikuna til at umrøða støðuna saman við teimum, sum annars vara av kirkjuni og næsta fríggjadagin kemur so eitt nýtt kirkjuligt tilmæli um, hvussu farast skal fram.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

8 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Liðið hjá Hanusi tapti fyri 2. deildarliði í steypakappingini

2 tímar síðan
Fótbóltur

BK Häcken er bert eitt stig frá at tryggja meistaraheitið

2 tímar síðan
Hondbóltur

Valur vann triðja sigurin á rað

3 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Nýggjur ÍF-sangur hjá Rógva á Lakjuni

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Västerås tapti fyri botnproppinum á heimavølli

4 tímar síðan
Fótbóltur

Árni Nóa mátti út við skaða

4 tímar síðan
Tíðindi

Gunnvá Zachariasen fær Mentanarvirðisløn landsins

5 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka vann bronsu í sínum fyrsta kappingarári í Íslandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Allar fasadur­nar á Al­bert Hall skulu skiftast

5 tímar síðan
Tíðindi

Kári Bæk fær Heiðursgávu landsins 2026

5 tímar síðan
Tíðindi

Eli Tausen á Lava fær virðislønlandsins til ungt listafólk

6 tímar síðan
Tíðindi

Sigrun Gunnarsdóttir fær Sømdargávu landsins

6 tímar síðan