info
Ongi úrslit

Fara helst at fella upp­skotið um broyt­ing­ar í fostur­tøku­lógini

Hóast Løgtingið í tveir tímar hevur umrøtt lógaruppskotið hjá Miðflokkinum um at herða fosturtøkulógina, eru ábendingar um, at uppskotið fellur.

Eirikur Lindenskov
9. november 2026 kl. 15:16

Tað vóru 18 tingfólk, sum atkvøddu fyri at taka lógaruppskotið úr Rættarnevndini, hóast einki álit er skrivað.

Nevndin hevur fingið longda freist at skriva álit, men hon var eisini farin, tá Hervør Pálsdóttir setti fram uppskot um at fáa málið úr nevndini til aðru viðgerð í Løgtinginum, uttan at álit var skrivað.

15 tingfólk atkvøddu ímóti at taka málið úr nevndini.

Orðaskiftið í Løgtinginum bendir á, at býtið millum tingfólkini í mun til sjálvt lógaruppskotið kann verða á leið tað sama.

Í fimm av teimum sjey flokkunum var semja um atkvøðugreiðsluna. Í Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn var semja um at fáa málið aftur í tingið.

Í Miðflokkinum og Sjálvstýri var semja um, at málið ikki skuldi takast úr nevndini, meðan tvey tingfólk í hvørjum av flokkunum Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum atkvøddu fyri. Ávikavist fimm og sjey tingfólk í hesum flokkunum atkvøddu ímóti.

Hetta merkir ikki, at úrslitið verður tað sama, tá Løgtingið seinni í dag fer at atkvøða um sjálvt lógaruppskotið. Men fleiri ábendingar eru um, at atkvøðugreiðslan fer at líkjast teirri fyrru.

Fellur málið við aðru viðgerð, er tað endaliga avgreitt í Løgtinginum.

Fleiri tingfólk hava tó víst á, at málið ikki steðgar av teirri orsøk. Tey hava undir orðaskiftinum sagt, at uppskot um broytingar í fosturtøkulógini fer at verða lagt fyri Løgtingið aftur seinni.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

17 minuttir síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

40 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

1 tími síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

1 tími síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

3 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

4 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

4 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

5 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

5 tímar síðan